Steðgið sparingunum á eldraøkinum

Tað er boðskapurin frá Floksstjórn Miðfloksins, sum í kvøld hevur sent út eina yvirlýsing, har heitt verður á politisku umboð Miðfloksins og samgonguna, um at taka upp sparingarnar innan eldraøkið.

Yvirlýsingin er soljóðandi:

»Floksstjórn Miðfloksins hevur á fundi 7. mai 2013 samtykt hesa yvirlýsing:

Heitt verður á politisku umboð Miðfloksins og samgonguna um beinanvegin at taka upp til viðgerðar sparingarnar, sum verða

framdar innan eldraøkið, til tess at finna loysnir, so at støðið innan eldraøkið kann varðveitast og mennast.

Floksstjórn Miðfloksins heldur, at sparingarnar, sum nú raka eldraøkið, eru óvirðiligar, bæði fyri búfólk, avvarðandi og

starvsfólk. Samgongan eigur alt fyri eitt at finna neyðugu pengarnar til at tryggja framhaldandi góða og virðiliga eldrarøkt«.