Harðskapur móti kvinnum er ein sjúka, sum etur mergin í øllum samfeløgum í øllum heimsins londum, segði Irene Khan, aðalskrivari í Amnesty International, tá ið heimsumfatandi átakið varð sett í gongd á tíðindafundi í London tann 5. mars.
Bæði í friðartíð og tá ið kríggj herja eru kvinnur fyri ógvusligum ágangi, bara tí tær eru kvinnur. Milliónir av kvinnum verða bukaðar, neyðtiknar, myrdar, álopnar og meiðslaðar, og rætturin at liva verður í mongum førum noktaður teimum. Í minsta lagi ein av hvørjum trimum kvinnum í heiminum eru fyri álvarsligum harðskapi í teirra lívi.
Amnesty International heitti á allar menn og kvinnur um at standa saman um at steðga hesi ræðuligu skomm í okkara tíð.
"Hetta er ikki nakað, sum bara hendir aðrastaðni, tað hendir eisini her. Tað er ikki bara nakað, sum hendir øðrum, tað hendir eisini tær, vinum tínum og tíni familju. Ikki fyrr enn vit øll, menn eins væl og kvinnur, siga: "nei, eg vil ikki, at hetta skal henda", kunnu vit gera enda á harðskapinum" segði Irene Khan.
Amnesty International hevur í sambandi við átakið givið út frágreiðingina It is in our hands - Stop violence against women. Niðan fyri er inngangurin, sum Irene Khan hevur skrivað.
TAÐ ER Í OKKARA HONDUM
Eftir Irene Khan, aðalskrivara í Amnesty International
Í fjør hitti eg Jamilu í kvinnufongslinum í Kabul, eina 16 ára gamla afganska gentu. Fongslið var fult av kvinnum, ákærdar fyri ótrúskap, fyri at rýma frá harðligum monnum ella fyri at vilja giftast manni, tær sjálvar høvdu valt. Jamila varð burturflutt úr heimi sínum í Kunduz árið fyri, noydd at gifta seg, misnýtt og neyðtikin. Tá ið pápabeiggi mann hennara hótti við at neyðtaka hana, orkaði hon ikki longur og tók til rýmingar. Men løgreglan handtók hana og sendi hana í fongsul fyri at vera rýmd frá manni sínum. Jamila segði fyri mær, at hon vildi sleppa heimaftur til foreldur síni, men hon óttaðist fyri, at pápin skuldi drepa seg, tí hon, eftir hansara tykki, hevði dálkað æruna hjá ættini. Drap hann hana ikki, so fór maðurin, hon hevði verið noydd at gift seg við, heilt vist at gera tað. Hennara ótti var ikki ógrundaður. Fyrr sama árið hevði afganski forsetin, Hamid Karzai, givið einum 20 kvinnum grið, kvinnum í somu støðu sum hon. Fleir teirra høvdu teirra egnu familjur síðani dripið, aðrar vóru "horvnar". Men hóast alt hetta lýstu eygu hennara vónrík, tá ið hon segði mær, at ein dagin fór hon at sleppa úr fongslinum, giftast manni, hon sjálv valdi sær, og liva eitt frælst lív.
Eg hitti ongantíð Palomu, men mamma hennara segði mær hennara søgu. Paloma var ein av fleiri hundrað ungum kvinnum, sum vórðu myrdar í býnum Ciudad Juárez á markinum millum Meksiko og USA. Í eini 10 ár høvdu kvinnur verið burturfluttar, píndar, neyðtiknar og dripnar. Myndugleikarnir gjørdu lítið við at kanna, reisa ákæru ella steðga hesum brotsverkum, tí hetta vóru fátækar, máttleysar kvinnur við ongari politiskari ávirkan. Nógvar vóru komnar til Ciudad Juárez fyri at arbeiða í maquiladoras - verksmiðjum, sum altjóða fyritøkur hava bygt á meksikanska markinum fyri at fáa fyrimun av lágum skatti og ódýrari meksikanskari arbeiðsmegi. Ungar kvinnur sum Paloma leitaðu til hesa lokkandi vinnuna fyri at bøta um síni livikor, men gjørdust í staðin offur fyri alheimsgerðini. Tað, sum var sermerkt í hesum máli, var dirvið hjá mammunum at teimum, ið vórðu dripnar í Ciudad Juárez. Tær hava skipað seg og stríðast fyri rættvísi. Saman við teimum og øðrum eydnaðist tað Amnesty International at noyða stjórnina í Meksiko til í fjør at taka málið upp og gera eina roynd at steðga hesum drápum.
Søgurnar um Jamilu og Palomu eru bara tvey dømi av fleiri milliónum í teimum skammiligastu mannarættindabrotunum í okkara tíð: harðskapinum móti kvinnum.
Kvinnur í Asia og Miðeystri verða dripnar, tí víst verður til æru. Gentur í Vesturafrika verða kynsliga meiðslaðar, tí víst verður til siðvenju. Kvinnur, ið koma til Vestureuropa at leita sær arbeiði ella sum flóttafólk, verða álopnar, geva tær seg ikki undir teir sosialu siðirnar í londunum, tær koma til. Ungar gentur í Suðurafrika verða neyðtiknar og smittaðar við HIV/AIDS, tí at gerningsmenninir halda, at kynsligt samband við jomfrýr er heilivágur móti sjúkuni. Og í ríkastu og mest framkomnu londunum í heiminum verða kvinnur bukaðar til deyðis av monnum sínum.
Hesin harðskapur trívist, tí at ov nógvar stjórnir látast ikki at síggja hann og loyva, at hetta fer fram órevsað. Í ov nógvum londum gera lógir, umsiting og vanar mun á monnum og kvinnum, forða fyri javnstøðu teirra millum og koma kvinnunum í vanda fyri harðskapi. Í ov nógvum londum eru kvinnur fangaðar í fátækradømi, sum hevur harðskap við sær. Ov ofta geva siðir og samfelagsskipan monnum ræði á lívi og kroppi hjá kvinnum. Í ov nógvum samfeløgum fremja átrúnarleiðarar og fjølmiðlar hugburðir og siðvenjur, sum niðurgera og kúga kvinnur. Ov ofta bróta vápnaðir bólkar alment galdandi mannarætt og brúka neyðtøkur sum vápn í kríggi fyri at spotta og vinna á sínum fíggindum, og ov ofta eydnast teimum at sleppa undan órevsaðir.
Tann skjóti vøksturin í tali á løttum vápnum, hernaðargeringin av mongum samfeløgum og afturstigini í mannarættindunum í sambandi við "kríggj móti yvirgangi", alt hetta ger bara støðuna hjá kvinnum verri.
Mannarættindi eru heimsumfatandi, og harðskapur móti kvinnum hevur gjørt hesi brot á mannarættindi heimsumfatandi. Kvinnur úr ymiskum londum og ymiskum heimspørtum, við ymiskum átrúnaði, ymiskari mentan og samfelagsligari støðu, útbúnar ella ikki, annaðhvørt tær liva mitt í kríggi ella í friðartíð: allar eru tær bundnar saman við einum felags bandi av harðskapi - ofta í hondunum á stjórn ella vápnaðum bólkum, samfelagi ella egnari familju.
Tann størsta avbjóðingin móti hesari plágu er komin frá einstøkum kvinnum og kvinnubólkum, sum hava gjørt vart við seg og talað at, ofta við at seta lívið í váða. Tær hava skipað seg og kravt rættvísi. Tær hava kravt, at mannarættindi teirra verða vird og vard. Tað er teimum fyri at takka, at týðandi framstig eru gjørd í altjóða sáttmálum og skipanum, lógum og politiskum ætlanum. Men hesi framstig formáa sær óhugnaliga lítið í mun til tann veruliga tørvin, tí tey lyfti, tey boða, hava so ringt við at gerast meira enn bara vónir.
Altjóða sáttmálar og skipanir koma bara til nyttu, verða tær settar skilvíst í verk. Annars eru tær bara orð. Lógir og politiskar ætlanir geva bara verju, verða tær virdar. Annars eru tær bara prentað skriv. Mannarættindi eru bara verulig, geva tær javnbjóðis og felags verju. So avbjóðingin er framvegis at virka fyri broytingum, sum kunnu gera veruligan mun í lívinum hjá kvinnum. Hetta er tað, sum kvinnur um allan heim stremba eftir í dag.
Við átakinum Steðgið harðskapi móti kvinnum leggur Amnesty International sína egnu rødd til hesa stremban. Vit hava arbeitt saman við fjøld av fólki innan fyri og uttan fyri Amnesty International fyri at seta í verk hetta fjølbroytta átakið at fáa í lag broytingar á altjóða stigi og í teimum einstøku londunum og samfeløgunum gjøgnum mangar luttakarar og mong tiltøk.
Vit heita á leiðarar, felagsskapir og einstaklingar um alment at streingja á fyri at gera mannarættindi til veruleika fyri allar kvinnur. Vit vilja ávirka stjórnir til at undirskriva ST samtyktina um avtøku av øllum mismuni mótvegis kvinnum og tær samsvarandi sjálvbodnu reglurnar uttan at taka fyrivarni. Í summum londum fara vit at virka fyri avtøku av lógum, ið gera mun á monnum og kvinnum, og sum halda harðskapinum uppi. Í øðrum londum fara vit at heita á stjórnirnar um at seta í verk lógir, sum verja kvinnur og revsa neyðtøku og onnur sløg av kynsligum ágangi. Vit fara at lurta eftir tí, sum kvinnur hava at siga, arbeiða saman við teimum og hjálpa teimum við at skipa seg. Vit fara at seta okkum í samband við felagsskapir og myndugleikar á staðnum fyri at fáa stuðul til tiltøk, ið gera tað møguligt hjá kvinnum at liva við ongum harðskapi.
Vit vilja stríðast fyri rættinum hjá kvinnum til politiska og fíggjarliga javnstøðu. Vit vilja seta spurningar við átrúnarligar, sosialar og mentanarligar vanar, ið seta kvinnur til viks og eru hóttan ímóti teimum. Vit vilja virka fyri at fáa enda á líkasæluni, sum valdar, annaðhvørt harðskapurin fer fram á vígvøllinum ella í sovikamarinum.
Vit vilja vinna undirtøku frá monnum. Eisini menn pínast, tá ið kvinnur eru fyri harðskapi, og nógvir teirra eru uppi í arbeiðinum at fordøma og útrudda harðskap móti kvinnum.
Endamálið við okkara átaki er ikki at avmynda kvinnur sum offur og lýsa mannfólk sum brotsmenn. Endamálið er at fordøma harðskapin í sjálvum sær. Tað fer at krevja, at vit øll broyta hugsan, ikki bara sum felagsskapir og stovnar, men eisini sum einstaklingar.
Hetta átakið líkist frá øllum øðrum, sum vit áður hava sett í verk, tí tað heitir á hvønn einstakan okkara um at taka ábyrgd. Harðskapur móti kvinnum endar ikki, fyrr enn hvør einstakur er til reiðar at siga við seg sjálvan: ger tað ikki, loyv ikki øðrum at gera tað ella tola tað, og gevst ikki, fyrr enn endi er fingin á tí.
Harðskapur móti kvinnum finst um allan heim, men sleppast kann undan honum. Vit kunnu gera enda á harðskapi móti kvinnum, og við tykkara hjálp fara vit at gera tað.