Stavraðið enn einaferð

Tað er at vóna, at tað ikki eru fleiri enn Rolf Guttesen, ið hava misskilt mínar viðmerkingar (í blaðnum 28. aug.) um stavraðið.

Men eg haldi tað kortini vera neyðugt at vísa á, at viðmerkingarnar fyrst og fremst snúðu seg um eitt: at tað – at uttan mun til, hvat stavrað vit hava – er neyðugt at hava ein leist. Og verður stavraðið broytt, má havast í huga, hvussu leisturin skal broytast. Annars verður ikki møguligt hjá okkum at umsita okkara skriftmál. Her snýr tað seg serliga um tey, ið dagliga fáast við at undirvísa, útgeva, rættlesa, geva út, varpa út, ráðgeva í málsligum spurningum, stavseting av fólkanøvnum o.s.fr. Teimum nýtist ein leist. Hetta var tað, ið eg vildi vísa á. Tað snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti, men at duga at skilja, at eitt og hvørt skriftmál má hava ein leist. Og tí má havast í huga, hvør leisturin skal vera, áðrenn støða verður tikin. Higartil hava vit lagað tøkuorð og fremmandaorð til okkara egna stavrað. Her eru nøkur dømi: ambulansa, avokado, bakkur, basilla, blits, bolsjevisma, elektrisitet, fasisma, gasella, gullasj, hyasint, influensa, kanselli, kekkur, kettjup, klassisisma, konsert, krem, marsjur, medisin, nasisma, offiserur, oson, penisillin, prosent, rasisma, sello, sement, sensurur, sigarett, sirkus, sirkul, sitrón, sjokuláta, skisofrenur, skora, sosialisma, sosialur, súkkla, sylindari, trapets, trukkur, tussjpennur o.s.fr. Spurningurin er tískil: skal haldast fast við hetta ella ikki – og skulu tey orð, ið vit higartil hava lagað til okkara stavrað, broytast aftur? Hetta eru gerandisorð, og tí fer ein og hvør broyting at ávirka okkara skriftmál almikið. Her má vera ein greið regla, tí vit kunnu ikki skriva hvør í sínum lagi. Tað verður ikki gjørt nakrastaðni, har ið lond hava eitt framkomið regluskipað skriftmál. Eitt skriftmál er ein samskiftismiðil, og tí má tað vera eintýðugt, so vit kunnu skilja hvør annan og hvat vit lesa, annaðhvørt tað er tíðindabløð, skaldskapur, undirvísingartilfar, vísindaligt tilfar, kunngerðir ella lógartekstir. Tað er neyðugt, at orðini merkja tað sama og stavast á sama hátt hjá okkum øllum, annars eru vit ikki før fyri at skilja hvør annan. So uttan mun til hvat tú sum einstaklingur heldur um skriftmálið er neyðugt at halda seg innan fyri teir karmar, ið okkara skriftmál ásetur. Fara fólk at laga skriftmálið til sín egna tørv, er tað at bróta okkara skriftmál miðvíst niður.

 

Harumframt: Tað var ikki heimsatlasið, ið var høvuðsinnihaldið í mínum brævi, men eg nevndi, at viðvíkjandi stavseting av landanøvnum hevur eisini verið siðvenja at laga tey til okkara egna stavrað. So tað er eisini nakað, ið má takast upp, um stavraðið verður broytt.

 

Vit hava onga rættskrivingarlóg í Føroyum, tískil fari eg at vísa á § 1 og § 2, stk. 1 í donsku rættskrivingarlógini, har tað er greitt, at øll skulu fylgja donsku rættskrivingini:

”§ 1 Dansk retskrivning fastlægges af Dansk Sprognævn og offentliggøres i Dansk Sprognævns retskrivningsordbog.?Stk. 2. Ved fastlæggelsen af dansk retskrivning følger Dansk Sprognævn de regler, der er fastsat i eller i medfør af lov om Dansk Sprognævn.

§ 2 Dansk retskrivning skal følges af alle dele af den offentlige forvaltning, af Folketinget og myndigheder med tilknytning til Folketinget samt af domstolene. Det samme gælder ikkeoffentlige uddannelsesinstitutioner, som modtager dækning af driftsomkostningerne på halvdelen eller mere, og private og selvejende skoler, hvor børn opfylder undervisningspligten.”?(Retskrivningsloven. Lov nr. 332 af 14.5.1997 om dansk retskrivning.)

 

Tann fyrsta almenna danska rættskrivingarorðabókin var Svend Grundtvig: Dansk Haandordbog 1872, og nógvar eru sum kunnugt komnar síðan. Tað er upp á tíðina, at vit fáa eina rættskrivingarlóg í Føroyum, sum er samtykt í løgtinginum. Men tá krevst, at vit eisini geva út eina rættskrivingarorðabók, sum vit kunnu halda okkum til. So fáa vit skipað viðurskifti á hesum øki og ein lógarfestan leist.

 

Føroyar kunnu ikki standa aftan fyri onnur lond á hesum øki. Vit kunnu ikki skriva hvør í sínum lagi, tí so detta vit burturímillum, og eingin fer at taka okkara mál í álvara.