Status Quo í Danmark

Støðan í Danmark er óbroytt, eftir at ein meitluti valdi krónuna fram um evruna fyrradagin. Krónan er framvegis álitið, og fíggjarmarknaðirnir hava í dag víst, at teir hava álit á krónuni.

Fíggjarmarknaðirnir hava ikki revsað Danmark, sum fyrradagin vísti sítt misálit á felags-evropeiska gjaldoyrað evruna. Krónan er styrkt nakað í morgun, og virðisbrøvini standa nakað sterkari í dag enn fyrradagin.

Fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 11 evru-londunum hava allir roynt at vísa á, at støðan sum so ikki broytir nakað. Danmark var uttanfyri fyrradagin, og landið er framveigs uttanfyri evru-samstarvið. Vit fara víðari við okkara ætlanum, siga fíggjarmálaráðharrarnir.

Danska stjórnin og Tjóðbankin vóru fyrradagin skjót at gera vart við, at danska krónan skal verjast móti gjaldoyraspekulantum. Tjóðbankin fer ikki at loyva krónuni at koma undir trýst.

Til tess at visa umheiminum, at álvari liggur aftanfyri orðini, hækkaði Tjóðbankin í morgun útlánsrentuna eitt hálvt prosentstig. Hetta varð millum annað gjørt fyri at vísa umheiminum, at Tjóðbankin hevur neyðugu styrkina til at verja krónuna.

Hildið verður ikki, at neyðugt er hjá stjórnini at seta nøkur búskaparlig tiltøk í verk, eftir avgerðin fyrradagin. Bæði Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, og Marianne Jelved, búskaparmálaráðharri, siga, at ongar ætlanir eru um búskaparlig inntriv.