Staturin missir 1,3 milliard upp á Eik

Rokningin hjá statinum er higartil uppi á 1,3 milliardir krónur, vísa útrokningar hjá FinansWatch, veit Danmarks Radio at siga á sínari heimasíðu. Stjórin í Finansiel Stabilitet váttar, at missurin er har á leið, men hann sigur, at fíggingin hjá bankunum dekkar ein part av tapinum.

Eitt Bankapakki II-lán upp á umleið 300 miliónir krónur fellur tó ikki til Finansiel Stabilitet, men fer beinleiðis til statin.

- Tað eru røttu tølini, sum verða nýtt Men tað er sjálvandi av týdningi at minnast, at staturin fær ein part av peninginum frá peningastovnunum, sigur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Finansiel Stabilitet við FinansWatch.

Finansiel Stabilitet hevur fingið 450 milliónir krónur fyri søluna av 70% av Eik, og metir sjálvt, at tey eftirverandi 30% paradoksalt nokke ru aðrar 450 milliónir verdar. Er hendan meting set tov høgt, verður tapið enn størri.

Har eru tó eisini 100 milliónir, sum Finansiel Stabilitet kann fáa eyka, um Eik vísir seg at geva serliga gott úrslit. Tað merkir, at staturin kann fáa eina milliard fyri bankan tilsamans.

Men fyri at endurreisa bankan mátti danski staturin spýta tvær milliardir í Eik kontant.

Tá staturin samstundis umvegis Bankapaka II hevur lánt Eik 300 milliónir krónur, kemur tapið hjá danska statinum upp á 1,3 milliardir krónur um tað gongur væl hjá nýggju eigarunum. Verður raksturin hinvegin vánaligur, kann tapið hjá danska statinum koma upp á 1,85 milliardir krónur, skrivar dr.dk.