Staturin flaggar við Erfalasorput í dag

Í dag er grønlendskur flaggdagur, og á fyrsta sinni flagga allir stovnar hjá danska statinum við grønlendska flagginum, Erfalasorput.

 

Danska stjórnin hevur gjørt av, at staturin skal flagga við grønlendska flagginum á tjóðardegi Grønlands, sum er 21. juni, og við Merkinum á føroyska tjóðardegnum, ólavsøku, 29. juli.

 

Umframt at flagga á teimum 534 statsligu flaggstongunum í Danmark, so flaggar Erfalasorput eisini á donskum stendistovum og umboðsstovum úti í heimi.

 

Mynd: Jens Dresling/POLFOTO