Vincent Alban/Reuters/Ritzau Scanpix

Statur í USA útilokar Trump frá uppstillingarvali

Hægsti rættarmyndugleiki í Colorado í USA hevur gjørt av, at Donald Trump skal strikast av atkvøðuseðlinum til uppstillingarvaliði í 2024.

 

Vincent Alban/Reuters/Ritzau Scanpix

Tann hægsti rættarmyndugleiki í statinum Colorado í USA útilokar fyrrverandi forestan, Donald Trump, frá at taka lut í undanvalinum í 2024.

Tað skrivar Reuters.

Avgerðin er tikin í dag amerikanska tíð. Hon gera Donald Trump óskikkaðan at sita sum forseti í USA, og sambært avgerðini verður navn hansara strikað av atkvøðuseðlunum í statinum.

Orsøkin er lutur hansara í álopinum á Kongressina 6. januar í 2021.

 

Rætturin kom til ta niðurstøðu, at Donald Trump var partur av uppreistrinum, og at røða hansara, har hann østi mannamúgvuna, ikki varð vard av fyrsta brotið í amerikonsku grundlógini – »The First Amendment« – sum tryggjar talufrælsi.

 

Í álopinum í 2021 høvdu mótmælisfólk savnað seg framman fyri amerikanska kongressbygningininum í Washington D.C.

 

Tey fóru ímóti kongressbygninginum, eftir at republikanski Donald Trum, sum hevði tapt forsetavalið til demokratin Joe Biden, hevði hildið eina røðu við Hvítu Húsini.

 

Har segði Trump millum annað, at tey skuldu taka landið aftur og »stríðast sum inn í helviti«.

 

Mótmælisfólkini komu í klandur við løgregluna og endaðu við at treingja inn í Kongressina. Fleiri fólk doyðu í sambandi við ófriðin.

 

/ritzau/

 

Vincent Alban/Reuters/Ritzau Scanpix