Statoilsamtakið roynir at loysa basaltknút

Oljuleiting

Um eina viku ella so fer Statoilsamtakið, sum fevnir um oljufeløgini, Statoil, ConocoPhilips, Petro Canada og Shell (fyrr Enterprise), undir framkomnar seismiskar kanningar á landgrunninum. Talan er um 3 D kanningar. Tær verða gjørdar í 9 ára loyvinum og er skip frá seismikkfelagnum Veritas leigað til uppgávuna. Hetta felagið hevur annars staðið fyri rættiliga nógvum seismiskum kanningum á føroyaøkinum líka síðani slíkar kanningar byrjaðu miðskeiðis í 90-unum. Rúni Hansen, stjóri sigur, at skjótingin er inni á øki, har tjúkt basalt er undir. Enn hevur tað ikki eydnast at loysa basaltknútin, men roynt verður so at brúka nýggjari og meira framkomna útgerð og arbeiðshættir fyri at loysa upp fyri gátuni.

Ein stórur partur av føroyska landgrunninum er fjaldur av basalti, og tað er undir hesum basaltinum, at oljufeløgini halda seg hóma og vóna at finna stórar olju- og gassgoymslur. Men fyri at finna tær mugu tey onkursvegna síggja niður gjøgnum basaltið, og tað er framvegis trupult við verandi seismikki. Kanningarnar hjá Statoil eru ein roynd at koma víðari við at loysa henda trupulleika. Feløgini, sum hava 9 ára loyvi, hava eisini bundið seg til at gera kanningar á sínum loyvum.