-Vit hava verið saman við OMV og DONG í hesum loyvinum eins og vit eru hinumerkin markið eisini, har vit funnu olju í 2004. Nú Chevron valdi at fara úr føroyska loyvinum fingu vit fyrispurning frá hinum feløgunum, um vit ikki vildu átaka okkum leiklutin sum fyristøðufelag. Tað søgdu vit ja til, tí vit hava drúgvar royndir sum fyristøðufelag á føroyska landgrunninum.
Hetta sigur Rúni M. Joensen, stjóri í StatoilHydro.
-Nú vit síggja eitt kort av føroyska langrunninum, so finna vit aftur og aftur StatoilHydro. Her er væl ikki talan um eina nýggja norska kolonialisering av Føroyum spurdu vit eitt sindur speiskliga unga fuglafjarðarstjóran hjá norska felagnum!
-Nei, tað haldi eg so avgjørt ikki. Hetta er meira ein handilslig avgerð. Orsøkin til at StatoilHydro er eitt so tungt felag á Føroyaøkinum við so nógvum loyvum er tann, at vit síggja møguleikar her og kanska eisini tí, at kappingin hevur kanska ikki verið so hørð um Føroyaøkið. Í fyrstu útbjóðingini vórðu mong feløg men seinni minkaði áhugin nakað, men áhugin hjá StatoilHydro hevur verið her alla tíðina, onkuntíð minni og onkuntíð meira. Nú verður økið so mett sera høgt í altjóða høpi hjá StatoilHydro, tá vit hyggja eftir oljuloyvum um alla verðina.
Rúni Hansen ynskir ikki at gera viðmerkingar til, hvør orsøkin er til, at Chevron hevur valt at fara út nú. –Eg kann bara siga fyri okkum, at vit hava so valt tað øvugta, og tað er at økja um virksemi her.
Hava bundið seg
Uppá fyrispurning um tað kann gerast óheppið fyri eitt ávíst leitiøki, at eitt einstakt felag gerst so framstandandi sigur Rúni Hansen, at hetta er so nakað, sum føroyskir myndugleikar mugu meta um. Jarðfeingi má gera av, um tað er eitt ynski, at StatoilHydro í hesum førinum tekur yvir leiklutin hjá einum øðrum felag.
Sum nú er hava vit bundið okkum til eitt arbeiðsprogramm, og vit gera sera stórar íløgur á Føroyaøkinum. Tað er ein støða, sum bæði Statoil og myndugleikar alla tíðina mugu gera sær greitt, og er tað so, at vit ikki vóru vælkomnir her, so høvdu vit funnið onnur øki. Men nú hava vit so valt at dúva uppá Føroyar, og tann dag vit merkja, at hetta ikki er heppið, so taka vit eina aðra avgerð.
Satsa uppá Føroyaøkið
Rúni Hansen, sum er eitt av oddafólkunum hjá StatoilHydro, tá talan er um leiting í Norðurafrika og í Europa, sigur, at Føroyar sum leitiøki telur nógv í raðfestingunum hjá felagnum. –Vit hava satsað nógv uppá Føroyaøkið og gera tað framvegis. Ein leitibrunnur her kostar meira enn eina hálva milliard og umframt tað so skal seismikkur skjótast og nógv annað fyrireikingararbeiði gerast. Í dag eru tað rættiliga nógv fólk hjá Statoil, sum bara arbeiða við Føroyaøkinum og økinum vestan fyri Hetland. Orsøkin til at vit fokusera so nógv uppá hetta øki er tann, at vit meta, at her liggja nógvir møguleikar. Vit eru so eisini í loyvinum hinumegin markið, Rosebank. Síðani tað fundið varð gjørt hava vit borað fimm brunnar aftrat. Samanbera vit við allan føroyska landgrunnin, eru bara boraðir seks brunnar tilsamans.
Rúni Hansen vísir á, at tað er eisini út frá teirra kunnleika til økið hinumegin markið, at teir hava fingið nógva vitan um Føroyaøkið.
-Tá fund verða gjørd so nær markinum, er tað tá ikki sannlíkt, at olja eisini er her?
-Eg dugi ikki at siga tað, men vit kunnu siga, at olja er funnin heilt tætt upp at markinum og vit vita eisini, at olja er eisini funnin á Føroyaøkinum um enn ikki í rakstrarverdugum nøgdum.
Avbjóðing
Føroyski landgrunnurin er avbjóðandi. Data er avmarkað og so er tað basaltið. Men man fær nýggja vitan, hvørjar ferð seismikkur verður skotin og borað verður báðumegin markið.
-So út frá tí kunnu vit siga, at vit halda fram. Vit vóna sjálvandi, at íløgan vit gera nú betalir seg, sjálvt um tað skulu ganga nøkur ár.
Satsa ymiskt
-Mong spyrja helst, hvussu tað ber til, at eitt felag sum Statoil verður verandi her, tá onnur feløg sum BP og Chevron rýma!
-Oljufeløg síggja og satsa ymiskt. Vit hava satsað nógv her, og Chevron aðrastaðni. So fáa vit at síggja, hvussu tað eydnast. Vit mugu heldur ikki gloyma, at búskaparkreppan spælir nógv inn. Tí øll oljufeløg merkja, sjálvt um tey hava nógvar pengar, at gjaldførið verður skorið niður. Tað hava stóru oljufeløgini eisini gjørt. Tí er tað ein beinhørð raðfesting, sum fer fram hjá oljufeløgunum eisini. Tann raðfestingin ger, at man fer út onkunstaðni og inn aðrastaðni. Í flestu førum skerja oljufeløgini budgettini í hvussu er, meðan kreppan stendur við.
Rúni Hansen sigur víðari, at tað er ikki óvanligt, at oljufeløg, sum hava tikið seg úr einum øki, seinni fara innaftur í sama øki. Hetta hendi m.a. fyri Statoil í Meksikanska flógvanum, sum fór út fyri nøkrum árum síðani, men seinni fór innaftur og hevur havt stóra succes. Tað er oftani at meta sum ein svinghurð, har man fer út og inn, men tá samanumkemur veldst um, hvar man sær møguleikar og hvussu man raðfestir.
Dyrnar opnar
-Skuldu tit verið so hepnir at funnið olju og gass, standa so dyrnar opnar aftur fyri BP, Chevron og øðrum?
-Er man so heppin, so hava vit nógv øki, har oljufeløg kunnu koma inn og hjálpa okkum at bora brunnar og harvið taka ein part av váðanum á seg. So tað er ein partur av strategiini.
Vit hjá StatoilHydro arbeiða saman við fleiri øðrum feløgum á fleiri av loyvinum á Føroyaøkinum, men nøkur øki standa vit einsamøll fyri. Har ætla vit ikki at bora og taka allan váðan á okkum. Tey fara vit so at selja út av, men um tað fer at eydnast vita vit ikki.
-At ein føroyingur situr sum ein av teimum leiðandi fyri leiting í Europa hjá Statoil hevur tað nakað at siga fyri, at felagið er meira virkið her?
-Tað veit eg ikki. Tað verður hugt professionelt at øllum økjum og møguleikum. Hetta verður gjørt tí tað er ein handilsligur møguleiki. Vit hava fastar mannagongdir.
-At tit hava bundið tykkum til so mong loyvi hevur tað gjørt, at tit hava fingið fyrimunir og framíhjárættindi her?
-Tað haldi eg avgjørt ikki. Vit hava ikki bara fingið loyvini. Vit skulu eisini binda okkum til at lata nógvar pengar, tá vit hava fingið hesi loyvi. Vit hava brúkt nógvar pengar uppá loyvini, og tað kann vónandi koma øllum her til góðar eisini. So tann vitanin vit hava fingið til vega verður verandi ogn hjá føroyingum, um vit gevast.
-So tann íløgan, sum verður gjørd, fer ikki burtur aftur. Onkur annar kann brúka hana.
Rosebank og vit
-Verður Rosebank økið útbygt hinumegin markið, metir tú so at hetta fær týdning fyri okkum?
-Nú er endalig avgerð enn ikki tikin til útbygging. Men løtan er komin til at taka hesa avgerð og verður útbygt, so koma vit at hava eitt stórt framleiðandi felt beint hinumegin markið, og tað ger sjálvandi, at minni felt, sum man finnur nærhendis, kunnu bindast uppí hesa framleiðsluna og her sipar Rúni Hansen til møguligar oljukeldur á føroyska landgrunninum.