StatoilHydro: Møguliga eru kolvetni undir Brugdubrunninum

Føroyar og her fyrst og fremst føroyska undirgrundin stendur ovarliga á listanum, tá tað snýr seg um at gera íløgur í oljuleiting komandi árini hjá størstu vinnufyritøkuni í Norðurlondum, StatoilHydro, sum nú fyrireikar eina boring í 2011

Oljuráðstevna

 

Hetta kom fram á oljuráðstevnuni, sum Jarðfeingi skipaði fyri í Norðurlandahúsinum herfyri.

 

StatoilHydro fer at bora í minsta lagi ein brunn komandi árini og útilokar ikki, at talan verður um fleiri brunnar. Felagið er tað av oljufeløgunum, sum hevur nógv tey flestu loyvini í føroyskum øki.

 

Á oljuráðstevnuni kom fram, at felagið hevur valt út fýra leiðir á landgrunninum at seta borin í í 2011. Aftrat hesum kemur nú undan kavi, at møguleiki er at finna kolvetni undir Brugdubrunninum, sum StatoilHydro boraði í 2006. Tí er ein nýggj boring her eisini ein av møguleikunum.

 

Tað var ein av mest royndu jarðfrøðingunum hjá StatoilHydro, Dave Ellis, sum loypti rættiligan hvøkk í lurtarafjøldina, tá hann kom vi kanningarúrslitum av Brugdubrunninum, sum ikki hava verið frammi fyrr.

 

Dave Ellis greiddi frá, at sjálvt um feløgini, sum stóðu fyri Brugdubrunninum, boraðu djúpri enn ætlað av fyrstan tíð, so kom man ongantíð niður, har jarðfrøðin segði, at oljan møguliga var.

 

Ábendingar frá boringini vístu eisini, at ein færri av gassi var har tey vóru noydd at steðga boringini, orsakað av trupulleikum. Hetta kundi væl merkt, at olja var beint undir segði Dave Ellis í forvitnisliga fyrilestrinum, sum líkasum kveikti nýtt lív í vónirnar at finna olju ella gass í føroysku undirgrundini.

 

Orsakað av boritekniskum trupulleikum, sum uppstóðu, tí man metti, at basaltið var tynri enn veruleikin vísti seg at verða, vóru tey noydd at steðga boringina segði jarðfrøðingurin.

 

-Hetta er sera virðismikil vitan, sum vit hava í dag at byggja v íðari á, og sum vit ikki høvdu tá. Við hesi vitan, kann tað væl henda, at einaferð í framtíðini verður borurin aftur settur í Brugdan leitimiðið, um enn ikki júst í sama stað, men onkunstaðni nærhendis síðstu boring segði Dave Ellis m.a.

 

Clever or crazy!

 

Eisini hin fyrilestrarhaldarin hjá StatoilHydro, Garreth Allinson var jaligur á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Undir heitinum “Clever og Crazy” - dugnaligur ella býttur - staðfesti hann, at hóast nógv oljufeløg fara úr Føroyaøkinum og onkur eisini eru komin upp í part, so er ikki tað sama sum, at tað ikki verður arbeitt sera nógv við økinum av teimum oljufeløgunum, sum framvegis hanga í. Eitt av hesum feløgunum er StatoilHydro, sum eisini hevur havt eydnuna við sær beint hinumegin markið, har felagið er við í einum stórum fundi, tað sokallaða Rosebank, sum bert liggur 8 fjórðingar frá føroyska markinum.

 

Gareth Allinson segði m.a., at StatoilHydro arbeiðir sera nógv við Føroyaøkinum, nú tað hevur fleiri loyvi her. Basaltið síggja teir ikki tann stóra trupulleikan í longur, men nú er avbjóðingin at finna út av, hvar oljan er farin. -Vit hava longu ávíst við teimum brunnum, sum eru boraðir, at tað er ein virkin kolvetnisskipan á Føroyaøkinum, so nú verður øll orka løgd í at samanseta ta vitanina vit hava frá økinum til at finna út av, hvar næsti brunnurin skal borast. Vit vænta, at tað verður longu um tvey ár at farið verður undir næstu boring.

 

Og um StatoilHydro eru Clever or Crazy, tað mugu so onnur meta um, men StatoilHydro velja so at halda seg vera clever heldur enn crazy, nú felagið hevur avgjørt at brúka so nógvar pengar og orku uppá føroyska oljuleiting segði oljumaðurin.

 

Á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku vóru umframt oljufólk úr nógvum londum eisini umboð fyri føroyskar myndugleikar, eitt teirra var Johan Dahl, oljumálaráðharri, sum fegnaðist um útlendska áhugan fyri Føroyaøkinum.