Hóast ljóskastarin fyrst og fremst varð settur á leiting á føroyska landgrunninum, nevniliga á Brugdubrunnin hjá Statoil í fjør og komandi Williambrunnin hjá BP í summar, so varð tað kortini tað stóra og spennandi oljufundið hinumegin markið, Rosebank, sum vakti ans millum teir gott og væl 100 áhoyrarnar á Offshore Faroes oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í gjár.
Jùst í hesi løtu eru tey umborð á boripallinum Transocean Rather við at leggja seinastu hond á tann fyrsta av trimum avmarkingar- og metingarbrunnum (appraisal) og eru við at fara undir fyrireikingarnar til at bora næsta holið. Brunnarnir, sum verða boraðir fáar kilometrar frá føroyska markinum, skulu staðfesta, hvussu stórt hetta oljufundið er miðskeiðis úti á Atlantsmótinum. Enn er einki komið út alment frá boringini, tí hon hevur ”tight hole” status, tvs. at feløgini halda upplýsingunum tætt at sær í eina tíð. Men herfyri visti Sosialurin frá álítandi keldum, at tað sá positivt út eftir fyrsta brunnin.
Á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum vísti Gareth Allinson, ein av leiðandi jarðfrøðingum hjá Statoil á, at Rosebankbrunnarnir, sum nú verða boraðir kunnu fáa sera stóran týdning fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum. Møguleiki er entá fyri, at hetta eftir øllum at døma stóra oljufundið, kann halda fram inn á føroyskt øki ella heilt nær við. Verður Rosebank so væleydnað, sum mangt bendir á í løtuni, so er eisini stórur møguleiki fyri, at Chevron og Statoil fara undir at bora brunnar á føroyska landgrunninum longu í 2009. Vit síggja tí somu gongd, sum hevur verið í føroysku oljutilgongdini – søguni – higartil, at tað eru stór fund hinumegin markið, ið verða løgd sum grund fyri at gera íløgur her á føroyskum øki eisini.
Spennandi arbeiðsbólkur
Á oljuráðstevnuni kom eisini fram, at bretska stjórnin hevur heitt á fleiri av teimum heilt stóru oljufeløgunum, sum eru virkin á Atlantsmótinum um at skipa ein bólk, ið skal seta út í kortið sera spennandi og fyri Føroyar eisini týðandi verkætlanir. Arbeiðsetningurin hjá hesum bólki, (West of Shetland Taskforce), ið fevnir um BP, ExxonMobile, Total, Chevron, Dong og Statoil er at skráseta øll fund í økinum, meta um komandi fund og út frá tí gera uppskot til at byggja út infrastrukturin, tvs. undirstøðikervið í øllum økinum, soleiðis at tað í framtíðini m.a. verður lønandi at byggja út smærri olju- og gassfelt. Ein slíkur infrastrukturur við rørleiðingum kann gerast sera hent fyri fund, sum verða gjørd á føroyska landgrunninum. Ikki minst smærri fund, sum ikki einsamøll kunnu bera kostnaðin av eini útbygging, ið aftur er so nær tengd av einum infrastrukturi. Og tað er ikki minst í hesum sambandi, at nettupp Rosebankfundið tætt við markið, kann gerast ein av katalysatorunum, ein av kjarnunum ella miðdeplunum fyri at fara undir at gera eitt undirstøðukervi, ið t.d. bindur olju- og gassfelt heilt uppat okkara marki við móttøkustøðir í Hetlandi ella á skotska meginlandinum.
Eftir øllum at døma er tað torføra framtíðar støðan hjá Bretlandi, har tað fer at tørva nógv meira gass og olju til egið forbrúk, sum kann vera ein av orsøkunum hjá bretsku stjórnini at seta umrødda bólk við oljufeløgum. Tað kom eisini fram í einum av fyrilestrunum, at ótrygga veitingin av gassi úr Ruslandi til Bretlands, kann gera sítt til, at bretska stjórnin sær, at tað er av avgerandi týdningi at menna infrastrukturin vestan fyri Hetland, soleiðis at gassið í undirgrundini kann koma til høldar og vera við til at gera Bretland minni bundið av gassi av meginlandinum.
Samstarv
Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum varð eisini sera áhugavert at hoyra leiðandi jarðfrøðingarnar hjá bæði Statoil og BP greiða frá ávikavist Brugduni, sum varð borað í fjør og William, sum verður boraður í hesum árinum.
Gareth Allinson frá Statoil rætti sínum starvsfelaga hjá BP, Jonathon Truemann hondina og segði, at Statoil, sum fyristøðufelag fyri Brugdubrunnin, fegið vildi taka upp samstarv við BP, nú tað skal til at bora næsta brunnin á basaltinum nakrantíð. Gareth Allinson vísti á, at hóast eingin olja var í Brugduni, so gav brunnurin kortini so nógvar áhugaverdar upplýsingar, at BP kann fáa nyttu av hesum upplýsingum, tá tað fer undir sína boring í næstum. Statoilstjórin helt fyri, at í veruleikanum var Brugdan sera væleydnað, eisini sum grundarlag fyri komandi leiting undir basaltinum. Ætlanin var hjá Statoil at bora væl longur niður, men tekniskir trupulleikar forðaðu hesum. Eftir øllum at døma metir Statoil góðar møguleikar vera fyri at finna olju longur niðri í undirgrundini, og í hesum sambandi heitti hann inniliga á starvsfelagan í BP, um at gera alt fyri at bora so langt niður tilbar. Statoil boraði umleið 4200 metrar. BP fer at bora góðar 4700 metrar. Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at røkka møguliga oljugoymslum, sum liggja djúpri í undirgrundini enn higartil mett.
Dialogurin millum teir báðar Statoil og BP jarðfrøðingarnar í Norðurlandahúsinum kundi bent tí á, at feløgini fara undir eitt ella annað samstarv, sum skal kunna koma BP, Shell og Anadarko væl við, tá sett verður á undirgrundina í summar.
Jonathon Trueman váttaði á ráðstevnuni tíðindini um, at BP fer at seta á í juli. Kann tó vera at boripallurin verður nakað seinkaður, og at BP tí má taka støðu til, um tað skal bora í vetur, vil heilt illa til. Sum fyrr kunngjørt í Sosialinum, so endurtók BP maðurin, at hóast BP hevur stórar vónir til komandi boring, so er talan um eina sera váðiliga boring, og tí er felagið meira varið í sínum metingum. Felagið metir tað vera 10% sannlíki fyri at finna olju. og gass.
Ljósari tíðir
Á ráðstevnuni kom eisini fram, at vit ganga móti ljósari tíðum, tá tað snýr seg um leitibrunnar á Atlantsmótinum. Ì hesum árinum verða boraðir einir 5 og næsta ár umleið 9. Orsøkin til henda vøkstur í komandi leiting er m.a. tann, at tað verður nógv lættari at fáa fatur á boripallar, her eisini tí at Chevron letur byggja eitt boriskip og ein boripall, sum eru ætlað nettupp til leitingina eftir olju og gassi á øllum Atlantsmótinum. So mangt bendir á, at stagnatiónin, sum annars hevur merkt henda nýggja oljulandspartin í eina tíð, er við at venda.
Oljuráðstevnan hesaferð tyktist vera merkt av bjartskygni, nakað sum eisini formaðurin í Oljuvinnufelagnum Magne Arge legði dent á, tá hann tók samanum. Hann helt fyri, at tær ymsu niðurstøðurnar benda á, at vit helst ganga móti eini bjartari tíð í oljuleiting og eisini hvat føroyskum virksemi í hesi vinnu viðvíkur. Hóast vit enn onga olju hava funnið, so hevur avleiðandi virksemið sett okkum á oljukortið. Nógvar avleiddar inntøkur koma inn í samfelagið, og føroyskar fyritøkur hava nógv fólk í arbeiði og forvinna pening bæði heima sum burturi vísti Magni Arge á. Í hesum sambandi nevndi hann eisini Thor í Hósvík, sum hevur stórt tal av skipum í altjóða frálandavinnu.
Sosialurin fer at venda aftur til ymiskt av tí, sum kom fram á ráðstevnuni í komandi Vinnusíðum út á várið. Her er nógv áhugavert at tríva í, bæði hvussu gongur hjá teimum báðum føroysku oljufeløgunum og hvussu annars gongur í føroyskum vinnulívi, sum nú er við at gerast ein størri og størri partur av oljuvirkseminum. Og her komu eisini nógv góð ráð frá formanninum í danska oljuídnaðarfelagnum, Kei B. Olsen, sum helt ein sera áhugaverdan fyriletur um, hvussu danir úr nærum ongum sjálvir hava ment ein oljuídnað, sum í mongum førum liggur langt frammanfyri tann í Noregi og aðrastaðni við. So eisini her hevur føroysk vinna nakað at læra. Eisini tað fara vit at venda aftur til seinni.










