Statoil roynir spennandi øki

Fyrr í mánaðinum kom boriskipið "West Navigator" óvæntað fram á eina sera spennandi oljuleið í ein útnyrðing úr Tróndheimi. Upprunaliga varð hildið, at bara gass var at finna á hesari leiðini, og tí kom tað óvart á øll í vinnuni, tá oljuleiðin varð funnin.

"West Navigator" hevur borað fyri Statoil, og leiðslan í oljufelagnum hevur longu gjørt av at fara undir royndarframleiðslu í nýggja økinum. Leitistjórin hjá Statoil, Tor Fjæren, sigur við Aftenposten, at hetta verður gjørt fyri at fáa staðfest, um tað kann løna seg at vinna olju har, tí tað er greitt frammanundan, at tað verður ikki so lætt sum aðrastaðni, av tí at undirgrundin har er rættiliga trupul at arbeiða í, sigur hann.

Statoil og hini oljufeløgini, sum hava leitingarloyvi úti fyri Trøndelag, hava kortini góðar vónir um, at tað fer at bera til at fáa lønandi vinnu har. Tað er samstundis greitt, at tann væleydnaða boringin hjá Statoil hevur økt áhugan fyri hesum leiðunum munandi undan 18. útbjóðingarumfarinum, sum verður tíðliga næsta ár.