Viðarnes, Havn: - Vit síggja stórar møguleikar fyri vøkstri í hesum føroyska oljufelagnum. Tí meta vit, at hetta er eitt skilagott keyp, sigur Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í Løkir.
Tað hevur verið gitt um tað í eina tíð, men á tíðindafundi í gjár vórðu tíðindi váttað: Løkir hevur keypt Statoil!
Ætlanin er, at Statoil skal rekast á sama profesjonella hátt sum áður. Bæði stjóri og starvsfólk verða tey somu, men tað verður kortini ein rættiliga stór broyting framd: Navnið.
Statoil hevur verið í Føroyum í eini 80 ár undir skiftandi nøvnum. Nú felagið er selt, er avtala gjørd um at føroysku eigararnir sleppa at brúka navnið í hálvtannað ár aftrat.
Men ætlanin er, at Statoil Føroyar skal fáa eitt nýtt navn í næstum.
- Hetta navnið skal eisini verða við til at geva tí ein sjálvstøðugan føroyskan samleika í framtíðini, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri í Statoil Føroyar.
Hann hevur verið stjóri tey seinastu 12 árini, og verður maðurin sum skal føra nýggja felagið víðari fram á leiðini.
- Felagið er sterkt, og skal gerast ein enn sterkari aktørur í Føroyum, lovar stjórin.
Gott brand
Á tíðindafundinum í gjár upplýsti Petur Háberg Jacobsen, at síðani Løkir varð stovnað fyri einum ári síðani, hava tey alla tíðina havt eyguni opin fyri møguleikum at gera íløgur í føroyskt vinnulív.
Rættiliga skjótt fingu teir eyguni á Statoil, og seinastu mánaðirnar hava samráðingar verið um eitt møguligt keyp, saman við Corporate Finance-deildini hjá Føroya Banka.
- Vit mettu, at Statoil Føroyar at ein av hesum spennandi íløgunum. Felagið hevði hóskandi stødd, góðan umsetning og ikki minst góða leiðslu og góð starvsfólk.
- Nú fær nýggja felagið so møguleika at halda fram við virksemi sínum og gerast enn betri. Statoil Føroyar hevur verið og fer at verða eitt gott brand, slær nevndarformaðurin í Løkir fast.
Umsetningurin hjá felagnum var 620 mió krónur í fjør, og svarar hetta til eina góða helvt av oljunýtsluni í Føroyum. Eginpeningurin var við árslok í fjør uppá 55 mió krónur.
Gott samstarv
Statoil hevur fram til mánadagin verið á norskum hondum. Men við avtaluni millum Ognarfelagið Megd og Statoil ASA er allur partapeningurin nú vorðin føroyskur.
Umframt keypið av Statoil hevur Løkir somuleiðis gjørt avtalu við p/f Faroe Bunkers í Fuglafirði. Hetta er eitt oljufelag undir stovnan, og sum hereftir verður skipað so, at tað og Megd verða sama felag.
Í Ognarfelagnum Megd eru umframt hesi bæði, eisini partafeløgini Vinnan, Havsbrún, Framherji, Krúnborg, Normek, Palli hjá Mariannu og Bergfrost.
Men møguleiki er eisini hjá øðrum íleggjarum at koma uppí Megd.
- Áhugin er so mikið stórur, at ognarparturin hjá okkum í Løkir væntandi fer at liggja um eini 20 % tá avtornar.
- Hini prosentini fara aðrir íleggjarar og fyrrverandi eigararnir í Faroe Bunkers at eiga, sigur nevndarformaðurin í Løkir.
Petur Háberg Jacobsen fegnast eisini um, at handilin er avgreiddur í góðum samstarvi millum leiðandi feløg í føroyska vinnulívinum.
- Prísin, hann halda vit innanveggja, sigur hann.
STATOIL FØROYAR í 80 ár
Søgan hjá Statoil Føroyar byrjaði, tá Trappubrøðurnir í Tórshavn fóru undir innflutning og oljusølu fyrst í farnu øld. Tá kom oljan til landið í trætunnum, og goymsla var í Kollafirði. Ein av brøðrunum, Harald Haraldsen, gjørdist í 1918 umboð fyri Det Danske Petrolium A/S - DDPA.Fyrstu oljutangarnir komu í høvuðsstaðnum í 1935, tá Valdemar Lutzen umboðaði DDPA. Seinni gjørdust goymslurnar fleiri.Esmar Fuglø legði í 1949 Føroysk Oljusøla saman við DDPA, sum tá var blivin partur av oljufelagnum Esso.Stóra menningin av samfelagnum í og eftir 1950-árini merkti, at oljufelagið vaks og fleiri tænastur løgdust afturat. T.d. hevði felagið oljuskip og fleiri bensinstøðir.Esso í Føroyum gjørdist til STATOIL í 1987, og er felagið í dag partur av stóra STATOIL-samtakinum.Í 1998 bleiv Føroya Oljufelag partur av felagnum. Og nú er Statoil Føroyar so vorðið føroyskt burturav. Fyri at styrkja tann føroyska samleikan fær felagið nýtt navn innanfyri teir komandi 18 mánaðirnar.(Kelda: statoil.fo)










