Statoil hevði telefonsamband við gíslarænararnar

Norska oljufelagið Statoil hevði telefonsamband við yvirgangsmenninar, sum rændu gíslar á einum gassverki í Algeria í síðsta mánað. Tað skrivar norska blaðið VG í dag.

Blaðið veit at siga, at Statoil tosaði eisini javnan við norska uttanríkisráðið og kunnaði tað um krøvini, sum yvirgangsmenninir høvdu. Sambært blaðnum kravdu teir millum annað, at Frakland skuldi taka sínar hermenn úr Mali, at fleiri politiskir fangar í Algeria skuldu latast leysir, og at USA skuldi lata islamistin Omar Abdel-Rahman leysan.

Samskiftið millum Statoil og gíslarænararnar var umvegis fartelefon, men sambært VG sløktu gíslarænararnir telefonnetið, tí ein fronsk útvarpsstøð hevði tosað við ein av gíslunum. Tað eydnaðist kortini Statoil at hava samband umvegis eina fylgisveinatelefon, tí algerski herurin leyp á.

VG skrivar eisini, at í hvussu er tveir av teimum norsku gíslunum sluppu at tosa við familjuna heima í Noregi.

Statoil vil ikki vátta upplýsingarnar hjá blaðnum.