Statoil funnið olju og gass í Noregshavinum

Norska oljufelagið Statoil hevur funnið eina minni olju- og gassleið einar 110 fjórðingar norður úr Kristiansund ella nakrar fáar fjórðingar norðan fyri Mikkel-leiðina, skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Dýpið har á leiðini er 250 metrar, og brunnurin er boraður 3.166 metrar niður undir havbotnin. Fyribilsmetingar vísa, at har eru millum tveir og fýra milliónir rúmmetrar av gassi.

Tað var boripallurin Ocean Vangaurd, sum boraði brunnin fyri Statoil.