Statoil fær rokning fyri dálking


 

Í gjár kom fram, at oljufelagið Statoil hevði havt ein leka í einum røri á Viðarnesi. Nakað av olju er runnið á sjógv og hevur elvt til dálking á Havnarvág.

Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, sigur, at Statoil kann vænta sær eina rokning fyri uppruddingararbeiðið, sum skal til fyri at beina oljuna av vegnum.

Hetta er vanlig mannagongd, og um haldgóð prógv eru til at vísa á dálkingarkelduna, so kann ábyrgdarhavandi vænta sær eina rokning.

Nógv hevur verið tosað um oljudálking á Havnarvág seinastu tíðina, og nú skal Statoil gjalda fyri ein part av henni. Hvussu stór rokningin verður er ikki greitt enn.