Starvsvenjing? Ádú ádú

Klumma: Eg eri forvitin eftir at vita, hvussu nógv eru í starvsvenjing frá Arbeiðsloysisskipanini

So og so nógv arbeiðsleys eru í dag. So og so nógv prosent. Hetta hoyra vit javnan frá Arbeiðsloysisskipanini. Ongantíð fáa vit at vita, hvussu nógv eru í starvsvenjing. Og um tey telja sum arbeiðsleys.


Tað, sum ger meg forvitna, tað er, hvussu nógv eru í starvsvenjing. Tað skuldi verið ein partur av tølunum, ið upplýst verða. Men fjølmiðlarnir spyrja ongantíð ALS um tað. Og ALS kemur heldur ongantíð við tølunum. Og tí heldur ikki, hvussu nógv fáa fast arbeiði eftir starvsvenjingina. Bara okkurt hissini skot upp á prosent verður nevnt, tá ið spurningurin hendinga ferð hevur stungið seg upp.


Hetta forvitnið er íkomið, tí tað tykist sum eg næstan hvønn dag møti ella hoyri um fólk, sum eru í starvsvenjing »gjøgnum ALS«, ella hava fingið starvsvenjing »gjøgnum« ALS. Tað ljóðar so løgið í mínum oyrum. Hesi dugnaligu og væl útbúnu fólk – í starvsvenjing! Fólk tosa um, at arbeiðsgevarar brúka henda møguleika fleiri ferðir. Og at ein arbeiðsleysur kann enda í starvsvenjing meira enn eina ferð! Starvsvenjingin varar einar 5 mánaðir hvørja ferð. Henda skipan hevur fleiri ár á baki.


Ein og hvør skipan, sum leggur upp til at verða misbrúkt, hon verður misbrúkt. Tað er ikki nakað nýtt. Veruleikin í dag er, at bæði alment og privat virksemi brúka ALS-stuðlaða arbeiðsmegi.


ALS-stuðlað arbeiði vil siga, at ALS rindar tað, sum tú eigur í ALS-útgjaldi og arbeiðsgevarin tað, sum manglar í til sáttmálaløn.


Kundi hugsað mær at vitað, hvussu stórur »arbeiðsgevari« ALS er. Og hvussu stórur partur av samlaða útgjaldinum fer til starvsvenjingar. Kanska skapar hendan skipan eitt »falskt« arbeiðsloysi.


Fakfeløgini tykjast góðtaka, at bæði alment og privat dusa sær við hesi skipan, sum møguliga kann drena ALS-kassan. Og á tann hátt kanska í framtíðini skrykkja grundarlagið undan bæði arbeiðsplássum og arbeiðsloysisútgjaldi.


Tí tað kunnu vera fleiri avleiðingar av hesum virksemi: Ójøvn kapping, arbeiðstakarar verða fasthildnir í starvsvenjing og harvið arbeiðsloysi, fólk kunnu verða uppsøgd fyri bíligari arbeiðsmegi og hvat veit eg … Fyri ikki um at tala, um upprunaliga endamálið við skipanini, sum uttan iva hevur verið gott, fer fyri skeytið.


Tað er betri at vita enn gita, sum fuglafrøðingarnir svaraðu skjótiglaðu bóndunum.

Allarbest hevði verið, um ongin orsøk er til hesar stúranir. At vita, at vit ikki eru á veg aftur í húskalla- og arbeiðskonumentanina. Men einasti máti at mana illtankar í jørðina er at kenna veruleikan. Og tað er har, so nógv í Føroyum haltar. At vit eru so hvørvin, tá tað kemur til FAKTA.