Tá val er útskrivað, verður roknað við, at landsstýrið, ið tá situr, bert verður sitandi sum ein starvsstjórn. Hetta merkir, at ongar týðandi politiskar avgerðir verða tiknar, og at ongin politisk kós verður sett út í kortið
Men nú á døgum er alt øðrvísi. Um dagarnar frættu vit, at Óli Jacobsen, ið situr sum bráðfeingis landsstýrismaður í m.a. almanna- og arbeiðsmarknaðarmálum í eini starvsstjórn, hevur sett eina nevnd at gera tilmæli um almenna eftirlønarpolitikkin í framtíðini.
Higartil hevur verið vanligt, at tá samgonga verður skipað aftan á eitt løgtingsval, verður eitt samgonguskjal skrivað, og har verður sett út í kortið fyri tey komandi fýra árini. Landsstýrið, sum verður valt av viðkomandi samgonguflokkum, arbeiðir síðani út frá samgonguskjalinum, so leingi tað hevur meiriluta aftan fyri seg í løgtinginum.
Tað, sum Edmund Joensen og Óli Jacobsen nú fáast við, er nakað heilt nýtt. Teir seta út í kortið fyri næsta valskeið. Teir seta út í kortið áðrenn veljarin hevur fingið orðið og harvið fingið høvi at siga sína hugsan m.a. um eftirlønarpolitikkin í framtíðini. Teir taka veljaran, og harvið tað løgting, sum veljarin skal kjósa sær á valinum 30. apríl, av ræði.
Til valið fara t.d. javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin út til veljaran við hvør sínum eftirlønarpolitikki. Fólkaflokkurin bjóðar veljarunum einstaklingaloysnir, meðan javnaðarflokkurin bjóðar veljarunum eina samhaldsfasta (solidariska) loysn á eftirlønarspurninginum. Síðani stendur tað upp til veljaran at taka støðu.
Valúrslitið og úrslitið av samgongusamráðingunum eftir valið verða avgerandi fyri, hvør eftirlønarpolitikkur verður rikin tey næstu fýra árini, og tí er tað heilt burturvið, at ein landsstýrismaður í eini starvsstjórn setur eina nevnd og gevur henni ein arbeiðssetning. Hetta eigur sjálvandi at bíða til eftir valið. Hetta eigur ein komandi landsstýrismaður í almanna- og arbeiðsmarknaðarmálum at gera.
Eitt er, at Óli Jacobsen situr sum bráðfeingis landsstýrismaður í eini fyribils starvsstjórn, men nakað annað er, at hann alment hevur boðað frá, at hann tekur seg burtur úr politikki og tí ikki er valevni til løgtingsvalið, sum verður tann 30. apríl. Alt talar tí fyri, at Óli Jacobsen við avgerð síni um at seta hesa nevnd, hevur blandað seg í viðurskifti, sum hann als onki hevur við at gera.
At seta eina nevnd av serfrøðingum at gera eitt ávíst arbeiði og eitt tilmæli til landsstýrið kostar sjálvandi pening. Og vandi er fyri at hesin peningur verður nýttur til onga nyttu. Tí vil eg hervið heita á Óla Jacobsen um at lata vera. Skattgjaldarin hevur ikki ráð til slíkt oyðsl við almennum peningi.
Við hondini á hjartað trúgvi eg neyvan, at hetta er nakað, sum Óli Jacobsen ger av sínum eintingum. Eg giti helst ógvuliga rætt, um eg sigi, at ein annar Óli hevur lagt trýst á hendan Óla, fyri at fáa hann at seta nevndina. Tað er tann Óli, sum vil hava einstaklingaloysnir fram um samhaldsfastar loysnir, og sum sær ein fyrimun í tí, at eitt tilmæli í tráð við hansara sjónarmið liggur greitt eftir valið.
Um Óli Breckmann hevur hug at seta eina nevnd at gera eitt tilmæli um, hvussu ein eftirlønarpolitikkur, sum byggir á einstaklingaloysnir skal skipast, so hevur hann fullan rætt til tess. Men tá er tað ikki landskassin og skattgjaldarin, ið skulu gjalda, men fólkaflokkurin og Óli Breckmann.
Á Summarmála 1998
Vilhelm Johannesen