Starvssetan á Tvøroyri skal viðgerast

Tann ávarssama átalan, sum Tvøroyrar kommuna fekk frá Løgtingsins umboðsmanni í sambandi við eina starvssetan, skal ikki fara aftur við borðinum, sigur landsstýrismaðurin -Vit mugu taka slíkt í álvara, so aðrar kommunur ikki gera sama feil, sigur Heðin Zachariassen, landsstýrismaður í innlendismálum, við Kringvarpið.

Løgtingsins Umboðsmaður gav herfyri Tvøroyrar kommunu eina álvarssama átalu í sambandi við málið at seta brunaumsjónarmann fyri sløkkiliðið hjá kommununi. Umboðsmaðurin metir, at formaðurin í teknisku nevnd og ein limur í brunanevndini vóru ógegnigir eftir fyrisitingarlógini, og at teir tí ikki áttu at viðgjørt málið.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri hevur sagt, at býráðið tekur niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni til eftirtektar, men Heðin Zachariasen, sigur, at hann fer kortini at seta seg í samband við kommununa.