Í morgun hava tey havt eina minningarløtu á skrivstovuni hjá Vodafone í Havn, har tey mintust starvsfelagan, Hjalmar Holm, sum varð dripin í Hvalba leygardagin.
Hjalmar arbeiddi hjá Vodafone, har hann var system administrator. Hjalmar tók sær serliga av support til IP-telefoni og breiðband.
– Vit hava mist ein kæran starvsfelaga og góðan vin, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone, har tey í morgun hava havt minningarhald at minnast Hjalmar Holm.
Theodor Olsen, prestur, var við til minningarløtuna. Hann segði nøkur orð og hevði eina andakt. Martin Joensen setti eisini sín dám á løtuna við at syngja tveir sangir.
Starvsfólkini hava eisini fingið kreppuhjálp, sum verður fylgd upp seinni.
– Vit her á arbeiðsplássinum hava bara alt gott at bera Hjalmari. Hann var fittur, skemtingarsamur, hjálpsamur, hjartagóður og hugnaligur at vera saman við. Ein sera góður og nærlagdur starvsfelagi, sum stórur saknur verður í, sigur Gudny Langgaard.
Starvsfelagarnir hjá Hjalmari eru sjálvandi illa við av brádligu og óhugnaligu deyðsboðnum, og tey vóru sera fegin um løtuna, tey høvdu saman í tríggjar tímar í morgun at minnast Hjalmar. Eftir minningarløtuna á arbeiðsplássunum fóru øll at eta ein bita saman, áðrenn tey møttu aftur til arbeiðis hjá Vodafone.