Starvsfólkini á Strandferðsluni vera ikki uppsøgd

Hóast avgerðin hjá Jacob Vestergaard um at flyta alla umsitingina hjá Strandferðsluni til Suðuroyar, so verða starvsfólkini kortini ikki uppsøgd Portalurin skilir, at hóast øll umsitingin hjá Strandferðsluni verður flutt til Suðuroyar, so verður kortini ikki talan um hópuppsagnir, soleiðis sum Hergeir Nielsen, løgtingsmaður bar fram í útvarpinum í morgun.

Á høvuðsdeildini hjá Strandferðsluni starvast umleið 20 fólk, og fáa tey sambært fíggjarlógarviðgerðini seinast sjey milliónir í løn. Talan er um 17,5 fulltíðarstørv.

Ein møguleiki er sjálvsagt, at øll halda fram í starvi ? og kanska flyta til Suðuroyar. Tá verður í øllum førum talan um nógvar pengar til kommunukassarnar í Suðuroy.