Ferðavinna
Tað var Mogens Wraae frá “Faroe Islands Bus Line” í Havn, sum síðan 1993 hevur koyrt bólkar við ferðafólki hjá Senior Rejser, ið koyrdi tey kring landið. Hann koyrir við bólkum upp á millum 20 og 30 ferðafólk fýra til fimm ferðir um árið fyri Senior Rejser.
Túrurin eydnaðist væl, og tey vóru sera væl nøgd við túrin, sigur Mogens Wraae. Vitjað varð m.a. í Tjørnuvík, Gjógv og Funningi og vóru eisini í Norðoyggjum og heilt vesturi í Gásadali. Ferðaleiðari á túrinum var Hilda Thomsen.
Ein av orsøkunum til at starvsfólk og leiðsla hjá Senior Rejser tóku avgerð um at koma hendan vegin, er at tað er lættari at selja ferðir til eitt land, sum tey sjálvi hava vitjað og harvið kunnu viðmæla.
Mogens Wraae, ið annars er koyrilærari, hevur rikið “Faroe Island Bus Line” síðan 1987, tá hann keypti fyrsta bussin. Hóast hann í dag er 74 ára gamal, hevur hann ongar ætlanir um at gevast.
Myndatekstur: