Í dag hevur ein bólkur av starvsfólki í felagnum, Stórbilum keypt felagið frá frá John Olsen, sum átti tað frammanundan.
Nýggur stjóri í felagnum er Páll Rói Poulsen, og er hann ein av fimm starvsfólkum, sum nú hava keypt felagið.
Hann sigur í eini fráboðan í kvøld, at í næstum fara tey at flyta í størri og meira nútímans høli. Tað er ein bygningur á Rituvíkshálsi, sum felagið eigur og tá ið tey eru liðug, flyta tey úr Hvalví, har tey nú halda til, og í nýggju hølini.
Stjórin sigur, at Eysturoyartunlinum, styttir teinin til høvuðstaðin og tað heldur hann, er ein fyrimunur.
Stórbilar eru best kent fyri at umboða Volvo og Renault lastbilar. Men Stórbilar umboða eisini Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar. Harumframt hevur Stórbilar eitt verkstað.
Stórbilar varð stovnað í 2011 og tað eru átta ársverk í felagnum.