- Nærverkið fremur reinan yvirgang ímóti sínum starvsfólkum.
Hetta er niðurstøðan á fundi í Miðvági um viðurskiftini hjá teimum eldru í Føroyum.
Fundurin, sum felagið Eldramálið, skipaði fyri, skuldi snúgva seg um umstøðurnar hjá búfókunum á ellis- og røktarheimum, sambýlum.
Men fundurin tók eina aðra vend, tí heilt óvæntað bleiv eitt av høvuðsevnunum, hvussu harðrendur starvsfólkapolitikkurin hjá Nærverkinum er.
Nógv fólk reistu seg upp á fundinum og greiddu frá dømum, har tað hevði fingið stórar avleiðingar fyri starvsfólk, at tey høvdu gjørt vart við umstøður, sum ikki vóru nøktandi.
Fleiri dømi vórðu nevnd um starvsfólk, sum vórðu søgd úr starvi fyri at hava gjørt vart við ymisk viðurskifti.
Somuleiðis vórðu fleiri dømi nevnd um starvsfólk, sum enntá vórðu sett á svartalista og ikki fingu arbeiði aftur nakrastaðni í Nærverkinum, eftir at tey høvdu víst á onkur viðuskifti, sum ikki vóru nøktandi.
Tordi ikki
Og tað gav at bíta á sjálvum fundinum, tí har skuldi eitt starvsfólk í Nærverkinum greiða frá, ”hví starvsfólk flýggja úr heimarøktini”, sum fyrilesturin nevndist.
Men tá ið fyrilesturin skuldi vera, mátti Rúna Sivertsen, forkvinna í Eldramálinum, reisa seg upp og greiða fundarfólkinum frá, at fyrilesturin varð av ongum, tí starvsfólkið, sum skuldi halda hann, tordi ikki kortini, tí tað stúrdi fyri eini uppsøgn.
- Tað er tíverri eingin, sum torir at halda fyrilestur um hetta evnið, staðfesti hon.
Hon sigur, at síðani Eldramálið varð stovnað tíðliga í summar, hevur nevndin fingið innlit í nógv mál, har tað hevur fingið avleiðingar fyri starvsfólk, at tey hava sagt sína meining um umstøðurnar hjá starvsfólkum og búfólkum.
Men tað er torført at gera nakað við hesi viðurskiftini, tí heldur ikki tey tora at stíga fram alment.
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at tað er eisini komið fram á øðrum fundum, at eingin torir at siga nakað, tí tey eru bangin fyri avleiðingunum.
Í hesum sambandi kann eisini vísast á skriv, sum ovasta leiðslan í Nærverkinum sendi starvsfólki fyrr í summar, har mint varð á, at tað er bara leiðslan, sum myndar Nærverkið úteftir.
Gerandiskostur
Sum skilst er tað fyri ein stóran part tey mongu starvsfólkini, sum ikki eru í føstum starvi, sum ikki tora at siga sína meining.
- Gera tey vart við nakað, verða tey bara ikki biðin aftur og dømi eru enntá nevnd um, at tey verða sett á svartalista og ikki fáa arbeiði aftur nakrastaðni í Nærverkinum.
Av tí sama, at støðan er so spent, hevur tað heldur ikki eydnast at fáa navngivin starvsfólk at greiða frá støðuni.
Men Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, vísir á, at tað er gerandiskostur at nevndin í felagnum fær fráboðanir frá fólki, sum merkja sviðan av hesum sermerkta starvsfólkapolitikkinum hjá Nærverkinum.
- Men felagið kann ikki brúka hesar upplýsingarnar til nakað, tí at tá ið samanumkemur, tora starvsfólkini ikki at standa við tað alment, tí tey eru so bangin fyri at tað fer avleiðingar fyri teirra framtíð í Nærverkinum.
- Og tá ið tað ikki ber til at skjalprógva trupulleikan, er torført at gera nakað við hann.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tey hava lat merki til, at skerjingarnar seinastu árini hevur gjørt starvsfólk ótrygg.
Men hon sigur, at felagið hevur kunnað starvsfólk um teirra ábyrgd fyri leiðslu og búfólki og hon kennir ikki til, at starvsfólk ikki tora at siga sína meining.
Men hon hevur hoyrt um, at starvsfólk verða sett á svartalista og ikki sleppa aftur til arbeiðis, men hon sigur, at her er talan í mesta mun um starvsfólk, sum ikki eru í føstum starvi.
Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, sigur, at tey fáa ikki so nógvar ítøkiligar fráboðanir um hetta.
Men trupulleikin, at starvsfólk ikki tora at siga sína meining, verða útihýst, er ikki ókendur.
Og hetta hetta hevur verið ein trupulleiki, tey hava mett er so mikið stórur, at tey hava tikið tað upp á fundi við leiðsluna í Nærverkinum.
- Starvsfólk siga, at tey vilja ikki gera vart við ónøktandi viðurskifti tí tey tora ikki at koma í klammarí við leiðsluna.
Hon sigur, at Starvsfólk fáa at vita, at eru tey ónøgd, kunnu tey bara fara, og so er lok lagt á.
LES EISINI: Ein alvorligur trupulleiki