Starvsfólk hjá Vodafone bráflutt av flogvøllinum í París

Men vandin er av og øll hava tað gott.

Starvsfólk hjá Vodafone eru starvsfólkaútferð, og í løtuni bíða tey eftir at koma víðari á flogvøllinum í París.

 

Men har fingu nøkur teirra ein hvøkk fyrr í kvøld.

 

Nøkur av starvsfólkunum fóru útum at roykja, tá tey skuldu inn aftur gjøgnum eftirlitið varnaðist onkur eina tasku, ið lá har, og tóktist ongan eigara at hava. Hermenn og trygdarfólk gjørdu skjótt av og øll fólkini vórðu flutt burtur av staðnum í skundi.

 

Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone sigur í telefon úr París, at tað bert vóru tey, sum fóru út at roykja, sum merktu nakað til hetta. 

 

- Vit, sum vóru inni, merktu onki til hetta. Og tað vísti seg skjótt, at vandi var ikki á ferð, og so sluppu starvsfólkini, ið vóru uttanfyri, inn aftur, sigur Gudny Langgaard.

 

Men tað var dramatikkur, meðan hetta gekk fyri seg, staðfestir stjórin á Vodafone.

 

Starvsfólkini á Vodafone eru á starvsfólkaútferð, og eru millumlend í París. Øll hava tað gott og allur vandi er av, skilst á Gundy Langgard.