Starvsfólk á Fiskaaling: Leiðslan røkir ikki sínar skyldur

Herfyri kom fram, at Fiskaaling fór at leggja niður virksemi í Lívfiskastøðini í Skopun, tí eingin áhugi var hjá alifyritøkunum í Føroyum at keypa rogn frá Fiskaaling og tískil bar tann parturin av virkseminum seg ikki. Avleiðingin var, at sjey fólk í Fiskaaling máttu sigast upp og Lívfiskastøðin í Skopun mátti snara lykilin um.

 

Fleiri vórðu sjálvandi hørm um avgerðina, men ført var fram, at Fiskaaling var eitt alment partafelag og virkaði sambært teimum treytunum. Tá vinnan ikki vildi keypa rogn frá Fiskaaling, so var lítið annað at gera, enn at leggja tann partin niður. Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, segði við Kringvarpið, tað var hvørki eitt krav ella ein sjálvfylgja, at føroyskir alarar skuldu keypa frá Fiskaaling og at teir heldur fóru aðra staðni at keypa rogn, til dømis úr Norra og Íslandi.

 

Fiskaaling ligið í misrøkt í nógv ár

 

Núverandi og fyrrverandi starvsfólk á Fiskaaling hava orðað eitt hvassorðað skriv, har tey leggja nevnd, stjóra og politisku skipanin undir at hava misrøktað Fiskaaling, hóast fleiri ávaringar hava verið givnar.

 

- Vit hava í nógv ár kunnað nevnd og stjóra um støðuna á Fiskaaling, men eingin kunning fer ígjøgnum skipanina. Framleiðslan av rognum kundi verið burðardygg í Føroyum, men framleiðsluapparatið ikki hevur verið dagført, hóast tað fleiri ferðir hevur verið víst á tørvin. Nú er kostnaðurin eftirhondini so stórur, einar 150 milliónir eru neyðugar, og tað íløguna vil eingin gera, siga starvsfólkini millum annað. 

 

 

Nevndarformaðurin og stjóri síggja ikki trupulleikan

 

Ónøgdu starvsfólkini á Fiskaaling siga, at stjórin í felagnum og nevndarformaðurin, ongan áhuga hava í virkseminum, sum eigur at fara fram á Fiskaaling: Gransking, tænasta og framleiðsa.

 

- Hjá leiðsluni snýr tað seg bert um tað fíggjarliga og umsitingarliga, meðan framleiðslan verður ikki raðfest.
Í nógv ár hevur leiðslan í Fiskaaling einans hugsað um at fáa tað fíggjarliga at hanga saman og hetta hevur gingið útyvir virksemi í felagnum, siga starvsfólkini. 

 

Tey vísa eisini á, at grundgevingin frá leiðsluni at gevast við framleiðsluni av rognum er ikki nóg góð.
At vinnan ikki hevur áhuga í framleiðsluni í Fiskaaling, er ikki rætt, siga starvsfólkini. Tey siga, at fyritøkurnar hava víst áhuga, men mugu leita aðrar vegir, tí Fiskaaling kann ikki veita tær trygdir, sum vinnan krevur. Tað er einfalda orsøkin, ið leiðslan og politiska skipanin síggja burtur frá.

 

- Hetta málið er nógv størri enn at nøkur av okkum eru søgd upp. Hetta snýr seg um føroysk áhugamál í breiðari merking og vandin er at nógv virði gleppa okkum av hondum, siga starvsfólkini millum annað.


Um eina løtu tosa vit við Jan Mortensen, nevndarformann í Fiskaaling, sum vísir ákærunum frá sær