Start manglar málskjútta

Lokalblaðið Fedrelandsvennen heldur, at Start manglar tann veruliga málslúkin á liðnum. Blaðið skrivar, at fleiri spælarar kunnu gera mál fyri liðið, men at tað trupult at fáa eyga á ein veruligan toppskjútta.
- Start skapar færri kjansir enn áður, men tá ið møguleikarnir eru har, manglar liðið spælarar, sum vilja ofra lív og heilsu fyri at fáa bóltin um málstrikuna, skrivar Fedrelandsvennen.Blaðið skrivar eisini, at tað skal hugsast um, at møguligir toppskjúttar sum Todi Jónsson og Stefan Barlin hava verið nógv skaddir í ár.