Stanley syngur fyri hoyvíkingum

Sunnudagin 21. november verður høvið hjá fólki at hoyra Stanley Samuelsen syngja í Hoyvíkar kirkju. Talan verður um eina kirkjukonsert, har navnframi fuglfirðingurin, sum nú er búsitandi í Danmark, fer at framføra løg ið hóska til allar aldursbólkar.

Av tí at konsertin verður í eini kirkju verður sangúrvalið sjálvandi merkt av hesum. Hesin sunnudagurin er eisini seinasti sunnudagur í kirkjuárinum, sum aftur merkir at jólini nærkast í Føroyum.

Í tí sambandi fer Stanley at syngja nøkur jólaløg saman við áhoyrarunum.

Konsertin sjálv varir í slakan tíma, og byrjar klokkan 16.