Stine Michel er dóttir Peter Michel, sum fleiri ferðir hevur verið í Fuglafirði og sungið í kórinum Tritonus, sum John Høybye leiddi. Við hópinum er eisni Perry Stenbäck (Sv) spælir á gittar, nyckelharpu, dobro, harmoniku og oblg. rødd.
Stine fer at syngja : “Frejas viser”, sum er um eina kvinnu nú á døgum, sum hevur alsk til kettur og tann ásttikna kærleikan. Íblásturin er úr norðurlendsku gudalæruni um kærleikans gudinnuna, Freiu. Hetta verður forkunnungt at lýða á.
- Stanley hevur júst fylt 60 ár, og hevur okkara bygdasonur givið fløgu út við 13 løgum við teksti, sum Gunnar Hoydal hevur týtt til danskt. Heitið á fløguni er: “Alle hjertets sange!” Ja, hjartaligur er hann, Stanley, í síni atferð sum menniskja og tónlistamaður. Hevur við sínum fingrasnippum spælt seg inn í alra føroyinga hjørtu. Nú, tey seksti árini eru farin í tíðarinnar hav, er glóðin í tónlistahuga Stanleys ljós livandi. Hesir tríggir fólkasangararnir fara at syngja saman og flætta saman eina poetiska gongd frá Freiu til løgini hjá Stanley og Perry Stenbäk. Stanley singur síni hjartaligu løg á føroyskum, skrivar Frits Johannesen úr Fuglafirði.