Stanley konsert í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

Tað er vorðin ein fastur siður, at hann hevur konsert í Hoyvíkar kirkju hesa tíðina av árinum

Kendi sangarin, guitarleikarin og lagsmiðurin Stanley Samuelsen hevur í morgin, sunnudagin 18. november, konsert í Hoyvíkar kirkju fyri 9. ferð.

 

Tað er vorðin ein fastur siður, at hann hevur konsert í kirkjuni í Hoyvík hesa tíðina av árinum.

 

Stanley hevur sum kunnugt m.a. smíðað eitt ótal av løgum til tekstir hjá okkara fremstu skøldum, m.ø. brøðrunum Janusi og Hans Andriasi Djurhuus og Mikkjali á Ryggi, og hann hevur givið fleiri fløgur út. Hann er ættaður úr Fuglafirði og hevur búð í Danmark í mong ár. Men honum dámar sera væl at vitja heima í Føroyum og framføra sín tónleik.

 

Stanley hevur eisini ferðast nógv sum tónleikari, bæði í Norðurlondum, Evropa sum heild og í USA.

 

Konsertin verður í morgin klokkan 16 í Hoyvíkar kirkju.