Talan var um eina framúr hugnaliga konsert í Atlantis seinasta leygarkvøld, frættist úr Klaksvík Hesaferð var Stanley saman við bólkinum Trio Acoustica, ið eisini flokkar seg sum Folk, Jazz, Blues, Contry, Latin Singer/Songwriter.
Sum spælimenn vóru teir allir í serflokki ? væl samanspældir, og sera hegnisligir guittarleikarar: Øistein Rian og Steen-Vidar Larsen, sum saman við Stanley Samuelsen høvdu hvør sín góða leiklut. Men í hópi vóru teir eisini sum ein góð eind.
Teir rættiliga hugnaðu sær og kíndu fyri løgunum eftir t.d. Cat Stevens, Eagles, Cornelis Vreeswijk og ikki um at tala, Beatles, frættist úr Klaksvík.
Teir spældu og sungu eisini egin løg, og so ikki minst tær mongu perlurnar hjá Stanley.