Arbeiðið hevur gingið væl, og skal eftir ætlan verða liðugt til Summarfestivalin um ein slakan mánað.
Standmyndin er í roynd og veru í fýra pørtum ella fýra stórum steinum, sum peika í fýra ymiskar rætningar.
Tað serstaka við hesum er, at teir í fyrsta lagi venda sær móti teimum fýra høvuðsættunum og í øðrum lagi móti fýra av gomlu býlingunum í Klaksvík - í Vági, Myrkjanoyri, Gerðar og Uppsalar.
Í gjárkvøldið arbeiddi Heðin og ein hjálparmaður hansara við at leggja eitt »rør« úr rustfríum stáli, sum skal ímynda kjølin í einum báti.
- Aftaná fari eg at seta stavnar á steinarnar, soleiðis at teir koma at avmynda tann føroyska bátin, sigur Heðin.