Eystanstevna
Tað var Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevnd býráðsins, sum setti eystanstevnuna.
Hann helt, at júst í hesi løtu, hann nú fór at seta stevnuna, sita nógv frammanfyri sjónvarpinum og hyggja eftir spennandi fótbóltsdysti millum Danmark og Ongland.
- Tí fari eg at royna at fatta meg í stuttum, sum hann tók til.
Stórar broytingar
Hans Petur segði, at øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað. Soleiðis plaga vit at taka til.
- Veturin í ár var tungur og strævin við nógvum kulda og kava- og tó; knappliga ein dagin, so er várið komið. Vit frøast øll ? og stór er gleðin, tá ið ársins fyrsti summardagur vísir seg frá teirri bestu síðuni við sól og lýkku. Tað er líkasum, at lív kemur í okkum av nýggjum.
Hann vísti á, at fyri tveimum vikum síðani hildu vit ársins fyrstu summarstevnu í oysandi regni; síðani hevur hann ligið við góðveðri, men í dag er aftur yvirskýggjað, og byrjaði dagurin við nakað av regni,
- Tó man fara at lýsa í aftur, sum dagurin líður.
Hans Petur helt, at náttúran viðhvørt kann tykjast kørg, men ásannaði, at soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð.
- Men tíbetur gloymir okkara lyndi skjótt tær tungu løturnar.
Eystanstevnan hesaferð var tann 41. í røðini, og røðarin helt, at fleiri, sum eru um miðan aldur og hava verið við til tann framburð, sum hevur verið í økinum, ógvast við tær stóru broytingar, sum verið hava í heimliga umhvørvinum hesi árini.
Reistu okkum aftur
Í setanarrøðuni hugleiddi Hans Petur um tær broytingar, sum farnar eru fram gjøgnum árini.
- Hyggja vit rundan um okkum júst her, vit standa, er einki, sum tað var fyrr. Á hesum staðnum stóðu gomlu húsini hjá Rósing, og sunnanvert okkum arbeiddi kendi og nógv avhildni, Djurholm lækni. Norðanfyri her var bakaríði hjá Anthon, sum nú er býráðshús og beint niðanfyri her í fjøruni, har nú eingin fjøra er longur, lá gamla sluppin, Gunhild, hjá Pidda í Dalinum á liðini í fleiri.
Hans Petur segði, at øll eru góð við bygdina, sum nú ikki er nøkur bygd longur, men ein býur.
- Lat okkum fegnast um hendan ovurhondsstóra framburð, sum hevur verið her á hesum staði.
Røðarin vísti á, at fyri nøkrum árum síðan var alt okkara samfelag í djúpari kreppu, og fólk í stórum tali rýmdu.
- Tung skýggj hingu yvir landi okkara. Men vit reistust skjótt aftur, og sigast má, at einki nútíðarsamfelag hevur reist seg so skjótt aftur eftir so djúpa kreppu ? og hetta kunnu vit øll frøast yvir, segði Hans Petur.
Øll hava gjørt sítt
Hann helt, at fyrireikingarnar til eystanstevnuna hava sjáldan verið so ítøkiligar sum hesaferð. Skráin er so fjølbroytt og áhugaverd, sum ongantíð fyrr, og sigast má, at her er okkurt fyri øll, bæði til gamans og álvara.
- Tøkk skulu tit hava, sum hava fyrireikað stevnuna. Tit hava gjørt eitt megnar arbeiði. Tað er at fegnast um, at eystanstevnan aftur hevur fingið tað innihald, hon hevur uppiborið.
Hans Petur segði, at heima hava fólk hvør í sínum lagi málað og pussað, og nú stevnan verður hildin, verður onkur góður biti settur á borðið kring um í heimunum.
- Silvurið verður pussað, og tey føroysku klæðini verða eftirhugd, segði hann.
Býráðslimurin segði, at kommunan hevur sum ongantíð fyrr ruddað, vaskað og lagað garðar, og fegnaðist hann um alt, sum er gjørt, tí hetta er ein fragd fyri eyga.
Gulu bátarnir
- Eitt, sum eyðkennir allar okkara summarstevnur kring landið, er ítrótturin; kappróður, fótbóltur, hondbóltur, fimleikur og aðrar ítróttargreinir.
Hann helt, at mong við honum mangan hava staðið og eygleitt teir gulu bátarnar, sum síðan tíðliga á arinum hava verið at sæð og hoyrt á fjørðinum.
- Hettar prógvar tykkara ágrýtni og nærlagni, og sigur okkum nakað um, hvat skal til fyri at verða við í fremstu røð. Spennandi verður í dag at vita, um ikki onkur av teimum gulu bátunum enn einaferð fer at geva hinum bátunum ein skarpan gang.
Hans Petur nam eisini við fótbóltin og segði, at tað mundu ikki vera so fá úr runavíkarøkinum, sum mikukvøldið vóru vitni til, at NSÍ spældi seg til finaluna um løgmansteypið á ólavsøku.
- Hetta prógvar, at standa vit saman, eru vit sterk.
Fólki er ríkidømi
Síðan vendi røðarin sær til tey ungu, sum brúka so nógva tíð uppá summarítróttina og til teirra, sum borið hava sigurin heim.
- Hettar er dagurin, tá ið givin lyftir gjørdust veruleiki. Lívið er tykkara, tit evna sjálvi tykkara egnu lagnu og gævið, at tit fáa sum mest burtur úr, sjálvt um tað kann tykjast torført við hvørt. Saman standa vit sterk.
Hans Petur helt tað vera skjótt at semjast um, at tað størsta og einasta veruliga ríkidømið, sum eitt og hvørt land eigur, er fólkið sjálvt.
- Eitt sameint fólk, sum dregur eina línu.
Fólk og mentan
Hann segði, at mentunarliga íkastið til stevnuna í ár er fjølbroytt, og hetta er at fegnast um.
- Tí, hvat er eitt fólk uttan mentan? spurdi Hans Petur.
Hann fegnaðist um, at stig eru tikin til at endurstovna felagið, sum hevur til endamáls at byggja eitt mentanarhús í kommununi og ynskti felagnum góðan byr.
- Hans A. Djurhuus yrkti soleiðis:
?Lítið yvir føroya land ? Goymið tað í ungum sinni, - Goymið tað í
hjarta inni ? fjalli frá til fjørusand. ? Knúkur hvør og hvør ein túgva ? lærið hugin hátt at flúgva. ? Um vit eru fá og smá, - kunnu mið tó gerast há?.
At enda takkaði Hans Petur Ellingsgaard fyri heiðurin at seta eystanstevnuna, og vegna Runavíkar kommunu takkaði hann øllum, sum hava verið við til at fyrireika hetta stóra tiltak.
Síðan setti býráðslimurin eystanstevnuna 2002.










