Jónsvein Thomsen hjá B71 var fegin um, at tað loksins eydnaðist B71 at vinna á heimavølli.
- Hesa ferð skuldi tað verða. Vit høvdu á leið sama upplegg, sum til dystin í Havn, og eisini hesa ferð riggaði kontra-spælið væl. Móti endanum komu vit tó undir eitt heilt stórt trýst. Vit settu okkum tó fyri, at hesa ferð skuldi ikki gleppa, og tað eydnaðist so tíbetur.
Um gongdina higar til sigur Jónsvein, at teir á Sandi eru heilt væl nøgdir.
- Vit høvdu sett okkum sum mál, at vit skuldu verað verandi í deildini, og higar til hava so livað upp til ta vónina. Um orsøkina til hetta haldi eg, at tað fyrst og fremst er eitt sterkt kollektiv. Vit stríðast sum ein maður til hvønn tann einasta dyst. Lagið til venjingarnar er framúr, og yvir høvur haldi eg, at vit allir hava tað stuttligt á vøllinum. Kanska eisini, tí vit ikki spæla við rygginum móti múrinum. Men fyrst og fremst er tað ein kollektivur innsatsur, sum hevur borið okkum higartil, heldur Jónsvein.