Standa í kø fyri at fáa ráð frá Hardu

- Hetta skuldi bara verða eitt lítið ítriv, sum eg hugsaði var stuttligt fyri meg og kanska nakrar fáar gentur afturat. Nú er gerandisdagurin í stóran mun merktur av ítrivinum. Soleiðis sigur 30 ára gamla Harda Hansen, sum fyri hálvumøðrum ári síðani gjørdi ein bólk á Facebook um smyrsl, húðrøkt og vælveru. Hvønn dag vitja fleiri túsund kvinnur bólkin, sum fyri toftadamuna er blivin meir enn bara eitt ítriv

Mascara, extensions, neglalakk, mineralputur, andlitsmaskur og concealarar.
Hetta eru nøkur av evnunum, ið verða umrødd og kjakast um á einum av størstu, føroysku bólkunum á Facebook.

Harda´s makeup tips and tricks er heitið á bólkinum, sum sá dagsins ljós í virtuella heiminum fyri hálvumøðrum ári síðani. Hóast enska heitið er hetta ein bólkur, ið fyrst og fremst er ætlaður føroyskum kvinnum við áhuga fyri smyrsli, húðrøkt og mótaráki.

Tað er 30 ára gamla toftakvinnan Harda Hansen, sum býr í Danmark, ið varðar av Facebookbólkinum, sum við sínum meir enn 2000 limum er ein av størstu føroysku bólkum á sosiala netverkinum.

Sjálv hevði hon ongantíð trúð, at tað, ið fyri hana byrjaði sum eitt ítriv á Facebook, skuldi vaksa til nakað so stórt, sum tað er í dag.

- Eg visti, at eg ikki var tann einasta, ið hevði tørv á ráðum og viðmælum viðvíkjandi smyrsli og húðrøkt, men at tað vóru so nógvar kvinnur, ið fóru at brúka henda bólkin, tað hevði eg ongantíð droymt um, sigur Harda Hansen, sum er útlærd makeup-artistur og kosmetologur, men dagliga starvast sum klinikkassistentur á eini tannlæknastovu.

Eitt gamalt hugskot

Tá Harda Hansen í 2012 setti sær fyri at gera ein bólk á Facebook, har hon og aðrar kvinnur kundu skriva um ymiskt innan smyrsl og húðrøkt, var tað ikki nakað nýtt hugskot, hon fór í holt við.

- Eg hevði spælt mær við tankan leingi, men eg helt, at tað kanska var eitt sindur kiksað, at nú skuldi eg koma her og fortelja øðrum, hvat tey skulu, og hvat tey ikki skulu. Hinvegin saknaði eg eitt stað fyri føroyskar kvinnur, har tær kundu geva hvørjumøðrum ráð, spyrja um ávísar vakurleikavørur, og annars bara deila sína royndir, hvat smyrsli og húðrøkt viðvíkur, greiðir Harda Hansen frá.

- So hugsaði eg bara, at nú royni eg at gera ein bólk, og so síggja vit, um nakar fer at brúka hann, fortelur Harda Hansen og heldur fram:

- Bólkurin bleiv stovnaður seint um kvøldið, og eg bjóðaði bara teimum nærmastu vinkonunum við í bólkin. Morgunin eftir vóru einar 100 kvinnur, sum ynsktu at gerast limur í bólkinum, og tá visti eg, at hetta kundi blíva nokkso stórt, sigur Harda Hansen.

Sjálv hevur hon í fleiri ár fingist við smyrsl og húðrøkt. Fyri sjey árum síðani fór hon á make-up skúlan KK, sum eitt skifti var í Føroyum, har hon gjørdist make-up artistur. Hereftir fór hon á kenda, danska skúlan Cidesco fyri at blíva kosmetolog. Tann útbúgvingin tekur tilsamans hálvtannað ár, harav seks mánaðir eru í starvsvenjing.

- Eg var í starvsvenjing í handlinum hjá vakurleikaguruini Ole Henriksen í Magasin í Keypmannahavn. Har vóru ymisk krøv sett til okkum, sum arbeiddu har, og javnan skuldu vit á skeið og til ymsar fyrilestrar hjá Ole Henriksen, so har lærdi eg eina rúgvu, fortelur Harda Hansen, sum fekk fast starv í handlinum, tá starvsvenjingin var av, og hon arbeiddi har næstu tvey árini.


Ókeypis ráð og hugskot

Líka síðani Harda Hansen stovnaði bólkin á Facebook, eru alsamt fleiri limir lagstir afturat bólkinum. Nakrar ferðir um vikuna skrivar hon um nýggjasta mótan innan húð og smyrsl, gevur góð ráð um húðrøkt og vísir á myndum, hvussu eitt nú smyrsl í gerandisdegnum kann síggja út.

- At byrja við skrivaði eg mest, men so so fór eg rættiliga skjótt undir at leggja myndir inn á bólkin, har eg vísti, hvussu tú kanst leggja alt frá eini lættari dag-make-up til okkurt meira dramatiskt og festiligt, sum hóskar til veitslur, sigur Harda Hansen, sum herfyri keypti sær eitt upptøkutól, soleiðis at hon kann gera videobrot, har hon vísir, hvussu smyrsl skal leggjast.

- Fólk skriva ofta inn á bólkin um til dømis, hvussu rund eygu eiga at verða sminkað, ella hvussu smalir varrar kunnu síggja størri út við at brúka ávísar teknikkir. Eg plagdi bara at skriva eina frágreiðing til teir ymsu spurningarnar, men tað er altso lættari, um tú kanst síggja alt stig fyri stig í einum video, sigur Harda Hansen, sum longu hevur lagt fleiri videobrot út á bólkin.

Sjálv heldur hon, at kvinnurnar í bólkinum hava víst hennara ráðum og hugskotum stóran áhuga, og henni dámar serstakliga væl, at tað ikki bert er ein ávísur aldursbólkur, ið fær gagn av teimum ymsu ráðunum og viðmælunum.

- Eg havi ongantíð hugsað um ein ávísan málbólk, men eg haldi at tað er stuttligt, at tað eru kvinnur í øllum aldri, sum eru við í bólkinum. Á tann hátt verður innihaldið eisini rættiliga fjølbroytt, sigur Harda Hansen.

Hóast talan er um ein bólk, ið snýr seg um smyrsl, vakurleikavørur og húðrøkt, heldur Harda Hansen, at bólkurin er meir enn bara grunskygd ráð um smyrsl.

- Javnan skriva kvinnur inn á bólkin, tí tær í nógv ár hava drigist við til dømis akne og hava tørv á ráðum um húðrøkt, og kanska eisini hvørjar vakurleikavørur aðrar kvinnur við sama trupulleika hava góðar royndir við. Hinir limirnir í bólkinum koma síðani við góðum ráðum og siga ”sína søgu” og hvat hevur hjálpt teimum, greiðir Harda Hansen frá.


Stórar dreymar

Seinasta hálvtannað árið hevur Harda Hansen brúkt nógvar tímar framman fyri telduskíggjanum, har hon hevur ráðgivið og hjálpt teimum meir enn 2000 kvinnunum, sum eru við í bólkinum.

- Eg brúki nógva tíð upp á Harda´s makeup tips and tricks. Onkrar dagar kann eg lættliga sita upp í tríggjar tímar um kvøldið, og skal eg eisini gera eitt videobrot og leggja tað út á bólkin, ja so fara enn fleiri tímar, sigur Harda Hansen sum tó eisini hevur onkrar dagar í vikuni, har hon ikki fæst við bólkin á Facebook.

- Fólk hava vant seg við at brúka bólkin og vilja eisini hava rættiliga skjótt svar, tá tey hava einhvønn spurning, men tíbetur eru aðrir bæði føroyskir og danskir kosmetologar limir í bólkinum, og tær eru óførar at hjálpa við at svara, greiðir Harda Hansen frá.

Tá hon tosar um, hvussu nógv tíð og orka fer til bólkin á Facebook, er hon skjót at leggja afturat:

- Og ikki minst pengar! Eg havi keypt nógv óneyðug ting bara fyri at kunna brúka tað til bólkin. Okkurt av tí havi eg í roynd og veru ongantíð brúkt, men bara víst fram á eini mynd. Eg rokni við, at eg havi brúkt nógvar túsund krónur samanlagt upp á tær ymsu vørurnar, ið eg havi brúkt í sambandi við Harda´s makeup tips and tricks, greiðir Harda Hansen frá, sum eisini betalir úr egnum lumma, tá hon burturlutar vakurleikavørur til onkran hepnan lim í bólkinum.

- Tvær ferðir havi eg fingið fyritøkuna sjálva til at sponsorera, men annars havi eg hvørjaferð sjálv verið úti í býnum og keypt vørurnar, sigur Harda Hansen, sum tó hevur ætlanir um at fáa ymsar stuðlar at hjálpa sær.

- Áhugin fyri síðuni veksur, og og eg ivist ikki í, at bólkurin kann gerast enn størri. Tí arbeiði eg í løtuni við at fáa fatur á ymsum sponsorum, soleiðis at tað verður enn stuttligari og festiligari – bæði fyri meg og limirnar í bólkinum, sigur Harda Hansen, sum fegin vil brúka ein stóran part av tíðini upp á at ráðgeva online um smyrsl og húðrøkt.

- Hevði eg kunnað livað av hesum, so hevði eg gjørt tað. Kanska tað einaferð fer at lata seg gera, sigur Harda Hansen.




Harda gevur ráð um húðrøkt:

"Din hud er hvad du spiser". Líka umráðandi sum tað, tú smyrjur á húðina, eins týdningarmikið er tað, tú etur. Tí er av alstórum týdningi, at fáa nóg mikið av vætu, frukt og grønnmeti, soleiðis at húðin er sunn innanífrá

Nyt sólverju hvønn dag fyri at verja húðina ímóti UV-strálum, ið eru størsta orsøkin til óneyðugar rukkur og eisini húðkrabba.

Skrubba húðina 2-3 ferðir um vikuna fyri at taka burtur alla ta deyðu húðina, id liggur og blokerar fyri nýggju húðini. Húðin fær eitt lekkurt, sunt dæmi av hesum.


Harda gevur ráð um smyrsl:

Týdningarmiklast er, at húðin er fyrireika til at smyrsl verður lagt á. Smyr tí altíð nóg mikið av vætukremi á bæði andlit og háls sum tað fyrsta, tá tú skal sminkast.

Vel litirnar rætt. Tá tú velur lit til foundation, skal liturin roynast á húðini tætt vid kjálkabeinið og helst í dagsljósi.

Varrarnar skulu skrubbast. Serliga er hetta eitt must, um tú nýtir nógva varrastift. Varrastiftin verður vakrari og heldur longri, um varrarnar eru lekrar og bleytar.

Keyp tær góðum penslar. Við røttu amboðunum er tað lættari og skjótari at leggja smyrsl – og úrlitið verður betri.

Vaska penslarnar regluliga fyri at sleppa undan bacterium og restum av smyrsli. Reinir penslar tryggja tær eina feilfría makeup og somuleiðis slepst undan, at fleiri litir blandast saman.