Standa dønum mát

Føroyingar í Keypmannahavn leiktu í vikuskiftinum 4-4 í fremstu donsku deildini. Mótstøðuliðið K 41 vóru undan dystinum á 2. plássi

Talv

Eftir fjórða umfari sunnudagin, er føroysk telving í donsku elituni helst tryggjað komandi kappingarár. Málið føroyska talvfelagið setti sær undan kappingarbyrjanini, var at halda sær uppi í sterkastu deildini. Og sanniliga hava føroysku útisetarnir prógvað, at teir hoyra heima í donsku superliguni.
Talvfelagið Føroyar hevur skavað sær saman 14,5 stig av 32 møguligum. Dysturin sunnudagin - og fjórða umfar sum heild - gav ábendingar um, at føroyingar neyvan kunnu enda í niðurflytingarvanda.
Vónirnar undan dystinum sunnudagin vóru góðar. Høvuðsmálið var ikki at tapa dystin. Innan tveir tímar var støðan longu 1-1; Norski stórmeistarin á føroyska liðnum, Einar Gausel, leikti ein skjótan og tryggan javnleik við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Henrik Danielsen. Eyðun Nolsøe leikti somuleiðis ein skjótan javnleik. Síðani gekk bæði upp og niður næstu 2-3 tímarnar. Kanska høvdu føroyingar møguleikan at vinna tepran sigur, men úrslitið gjørdist tó loksins ein rættvísur 4-4 javnleikur. Ein rættiliga spennandi og víðopin dystur.
Umframt javnleikirnir hjá Gausel og Eyðuni, leiktu Nikolaj Borge og Carl Eli N. Samuelsen javnt, meðan Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen hegnisliga vunnu síni talv. John Arni Nilssen og Heini Olsen taptu á hesum sinni.

Støðan eftir 4. umfar er hendan:
Felagstig
Helsinge24,5
Skolerne20,0
K4119,0
Sk 196816,0
Brønshøj16,0
Talvf. Fo14,5
Nørresundby 9,5
Århus8,5

Tvey tey aftastu liðini flyta niður í 2. deild. Trý umfør eru eftir at leika.
Komandi umfar verður 1. februar, tá føroyingar hitta Brønshøj. Í sætta og sjeynda og seinasta umfari (28 ? 29. februar) verða mótstøðuliðini ávíkavist Skolerne og Århus.

Corus Wijk aan Zee av bakkastokki
Leygardagin byrjaði ein tann sterkasta kappingin nakrantíð, tiltikna superstórmeistarakappingin Corus í lítna býnum Wijk aan Zee í Hollandi. Fjúrtan sterkir stórmeistarar - tíverri eingin Kasparov - og eitt miðalrating áljóðandi 2702. Allir skula telva ímóti øllum.
Í fyrsta umfari endaði heili seks talv við javnleiki, og bert í einum talvi varð vinnari funnin. Akopian vann óvæntað leikandi lætt móti einum nipnum Kramnik. Kramnik kom tó sterkt aftur í øðrum umfari, tá hann niðurspældi Loek van Wely.
Anand og Leko eru á odda. Talvið hjá Anand móti Akopian í øðrum umfari er við í blaðnum. Sera javnt er millum teir fjúrtan telvararnar eftir fyrstu tvey umførini.

Støðan:
Anand (2766)1,5 / 2
Leko (2722)1,5
Akopian (2693)1,0
Zhang Zhong (2639)1,0
Bologan (2679)1,0
Shirov (2736)1,0
Adams (2720)1,0
Topalov (2735)1,0
Svidler (2747)1,0
Sokolov (2706)1,0
Bareev (2714)1,0
Kramnik (2777)1,0
Timman (2578)0,5
Van Wely (2617)0,5