Sunda kommuna hevur nógvu tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi.
Siðvenja er at handa hendan heiður, tá árligu mentanardagarnir í kommununi byrja. Í ár hevur trivnaðarnevndin í kommununi valt, at felagið handan Stakkin skal hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2022”.
Grundgevingin fyri at geva Stakkinum heiðurin ljóðar millum annað soleiðis:
- Ársins herðaklapp 2022 fær Stakkurin fyri at vera ein virkin og savnandi felagsskapur í nærumhvørvinum. Felagsskapurin lýsir kommununa frá síni allar bestu síðu, varðveitir siðbundna mentan og gevur nógv aftur til nærumhvørvið.
Í grundgevingini verður lagt aftrat:
- Í nógv ár hevur felagsskapurin savnað pening inn, sum tey síðan geva út aftur til góð endamál í nærumhvørvinum, millum annað til bygdarhúsið. Felagsskapurin knýtir bygdafólkið, vitjandi og kommununa saman til eitt, og hetta hevur stóran týdning fyri okkum í Sunda kommunu.
Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og ein gáva úr føroyskum gróti, sum myndar Stakkin.