Stakkals, stakkals fiskivinnumálaráðharri

Fiskivinnumálaráðharrin er í einum trilemma í hesum døgum. Minni og minni av svartkjafti er at fáa í føroyskum sjógvi, og nú eru menn í vinnuni farnir at rassast. Í miðlunum siga teir fiskivinnumálaráðharranum, hvussu skilabest er at býta tann alsamt minkandi svartkjaftin.

Uppisjóvarskipini halda, at svartkjafturin skal býtast ímillum skipini, so tey betur fáa lagt fiskiárið til rættis. Risin í Fuglafirði, Havsbrún, heldur hinvegin, at best er, um svartkjafturin ikki verður býttur út á skipini, tí vandi er fyri, at reiðarnir selja teirra kvotu til útlendingar, og harvið gerst óvist, um Havsbrún fær nóg mikið av fiski til sína framleiðslu. Verksmiðjutrolarnir í Barentshavinum meina, at ein rættiliga fittur partur av svartkjaftinum má fara sum býti fyri tosk. Allir partar meina sjálvsagt, at teirra áskoðan er best fyri samfelagið – stuttligt er tó at síggja, at teirra egináhugamál fella væl saman við áskoðan teirra...

 

Hvussu skal býtast?

Latið okkum sleppa egináhugamálunum hjá svartkjaftapørtunum og heldur hyggja eftir, hvussu tað veruliga loysir seg best samfelagsliga at býta svartkjaftin. Tað er jú har, áhugin hjá fiskivinnumála-ráðharranum, tænara fólksins, liggur.

Meginreglan er, at teir partar, sum hava størstan vinning av veiðuni, elva til størsta samfelagsliga vinningin. Orsøkin er, at hesir partar hava minst útreiðslur í mun til søluvirðið; tað vil siga, at hesir partar leggja minst hald á samfelagsligu framleiðslufaktorarnar (arbeiðsmegi og kapital). Harvið hevur samfelagið meiri eftir av framleiðslufaktorunum til aðra framleiðslu, og tískil gerst samfelagskøkan størri.

Men hvussu kann fiskivinnumálaráðharrin finna útav, hvør dugir best at fáa mest burturúr svart-kjaftinum? Hann kann jú ikki spyrja partarnar í svartkjaftavinnuni, tí teir siga allir, at júst teir eru kringast. Heldur ikki ber til at hyggja í roknskapirnar fyri at kanna, hvør hevði størst vinning í fjør, tí fyritreytirnar kunnu vera broyttar munandi síðani tá. Embætismenninir vita ikki. Hvønn skal hann spyrja? Hvør veit?

Fiskivinnumálaráðharrin hevur sjálvsagt ongan at venda sær til, tí eingin hansara megin borðið kennir sannleikan, og sannleikin verður ikki funnin við at spyrja teir, sum sita hinumegin. Tíverri ber hetta við sær, at tá ið fiskivinnumálaráðharrin seinni í ár fer at býta svartkjaftin, verður býtið allarhelst ikki samfelagsliga optimalt, men soleiðis er skipanin skrúvað saman í løtuni.

 

Tilfeingisbúðin loysir trupulleikan

Ein máti er tó hjá fiskivinnumálaráðharranum at fáa sannleikan at vita í framtíðini, og tað er at stovnseta Tilfeingisbúðina og selja svartkjaftin á hesum marknaði til teir hægstbjóðandi. Tá fer fría kappingin á marknaðinum at finna fram til, hvør hevur størst vinning av svartkjaftinum, tí tað eru jú teir partar, sum bjóða mest fyri svartkjaftin. Á henda hátt finnur fiskimálaráðharrin sannleikan um, hvør er raskastur at gagnnýta svartkjaftin, og harvið syrgir hann fyri, at samfelagsligi vinningurin verður so stórur sum gjørligt.

Hendan støðan við býtinum av svartkjaftinum, vísir, at stovnsetan av Tilfeingisbúðini er harðliga tiltrongd. Harumframt er umráðandi at sleppa undan, at ein fiskivinnumálaráðharri hevur avgerandi orðið um, hvussu hundraðtals milliónir krónur av fólksins fæi skal býtast millum teir, sum vilja gagnnýta tað.

Til dømis er oljuprísurin broyttur munandi seinastu mánaðirnar, og tað ávirkar partarnar ymiskt.