Møguleikin til fjarlestur á Handilsskúlanum á Kambsdali er nú eisini víðkaður til fevna um einstakar HH-lærureinar Seinastu fýra árini hevur borið til at taka FHS sum fjarlestur á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Hesin møguleiki er nú víðkaður til eisini at umfata einstakar HH lærugreinir.
Fjarlesturin hevur verið sera væl umtóktur og úrslitini hava somuleiðis verið góð. Í miðal hava 100 lesandi luttikið hvørt árið. Lesturin er skipaður umvegis First class skipanina hjá KT-depilinum, og tey lesandi hittast harumframt á skúlanum tveir ferðir í hvørjari lestrarhálvu.
Fjarlesturin er fyrst og fremst ætlaður teimum, sum onkusvegna ikki hava møguleika at luttaka á dag- og kvøldskúla Handilsskúlans.
Freistin at søkja um upptøku er hósdagin 12. juni - í morgin.










