Stak friðarlig nátt

Hóast tvær stevnur vóru í Eysturoynni, hevur náttin verið óvanliga friðarlig, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Um hálvgum fýratíðina í nátt fóru nakrir menn til hendurs uttan fyri Pizzakjallaran í Havn, men tá løgreglan kom á staðið, var bardagin avhæsaður.

Nakað av herverki hevur verið, eitt nú eru tríggir rútar brotnir í Evangeliihúsinum, og úti á Reynagøta var okkurt dekk skorið upp og ein bilur skøvaður.

Eisini tók politiið eitt prát við ein fullan mann, sum gekk og tók í hurðarnar á parkeraðum bilum niðri á Skálatrøð í morgun.

Viðvíkjandi eldinum í gentukostdeildini í Hoydølum upplýsir politiið, at ongin persónur er saknaður, og at tað tískil er lítið sannlíkt at nakar var inni, tá eldur kom í. Enn er ikki vist, hví eldur kom í, men sambært sløkkiliðinum er eldurin helst kyknaður nærhendis úthurðini, tí tá teir komu niðan, vóru báðar trappurnar í durinum longu brendar burtur. Tí sluppu teir heldur ikki inn í húsini at sløkkja.

Kriminaldeildin tekur sær nú av tí málinum, og tveir mans eru settir av til at kanna tað.