- Stafettin má berast víðari

- Tann góði virkningurin av tænastu tíni og tínum vælvaldu orðum, er ikki í tínum valdi. Men hann er Guds góði gerningur!
Soleiðis tók nú fyrrverandi dómprósturin, Bjarni Bæk til í talu síni, tá hann í gjár innsetti bæði nýggjan dómpróst og sóknarprest í Suðurstreymoy. Hetta er 39. ferðin at hann er við til eina slíka innseting

Dómkirkjan: Nógv var gjørt burtur úr, nú føroyska kirkjan á fyrsta sinni skuldi innseta bæði Una Næs í starvið sum dómpróst og Ann Dahl Hansen sum sóknarprest undir eini og somu gudstænastu.

Umframt høvuðspersónarnar sjálvar, vóru m.a. Kaj Leo Johannesen, løgmaður; mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø; nærum allir prestarnir í kirkjuni og familjurnar hjá prestunum báðum. Haraftrat setti Havnarkórið sín serstaka dám á gudstænastuna við sínum vakra sangi.

Miðlarnir vóru eisini til staðar, tí Kringvarpið sendi hesa hátíðargudstænastuna beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi, eins og Miðlahúsið hevði síni fólk á staðnum.


Trygg lívsmeining

Í langa tíð er eingin prestur settur í fast starv í føroysku fólkakirkjuni. Tey formligu viðurskiftini við hesum komu í rættlag í heyst, og stutt eftir komu fyrstu lýsingarnar til tey fimm prestastørvini kring landið og til dómpróst.

Higartil eru tveir prestar settir í starv - Hanus á Gørðum í Klaksvík og Símun Jacobsen á Strondum. Nú stóðu so sóknarpresturin í Suðurstreymoy og dómprósturin fyri.

Tá slíkt hendir, og ikki minst tá tveir prestar verða innsettir ísenn, er altíð talan um ein hátíðarligan dám yvir gudstænastuni.

Tað var kortini eitt sum breyt frá við gudstænastuni í Dómkirkjuni í gjár: Umframt hátíðarløtuna, var gudstænastan eisini merkt av sorgblídni, nú Bjarni Bæk er farin úr starvinum sum dómpróstur.

- Vit fingu eina staffett at bera víðari frá Jesusi sjálvum. Lærusveinar hansara løgdust ikki á boðini, men bóru hana víðari til síni fólk og víðari til okkara. Vit eru eisini boðin at bera hann víðari

- Um henda stafettin, ella hesin boðskapurin, sleppur at bera við mannahjørtuni, ja, so verður tað til vælsignilsi, - tað vil siga, so fer lívið at trívast, eins og menniskju fáa eina trygga lívsmeining til øll lívsins viðurskifti, legði Bjarni Bæk dent á.

Við hesi gudstænastuni eru fýra av teimum seks prestunum settir í føst størv. Sum skilst verður Derhard Olsen innsettur í starv sítt í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi sunnudagin, og sunnudagin eftir verður Theodor E. D. Olsen innsettur í starv sítt í Kvívík.