Við tíðini 3.59,94 gjørdist kvinnustafettin fyrsta liðið, sum fór undir fýra minuttir á teininum.
Í svimjing er tað ofta so, at sleppur tú fyrst niður um ávísa tíð, so er skjótt at kvetta enn meira av, og Jón Bjarnason, landsliðsvenjari, ivast heldur ikki í, at hetta væl kann henda.
- Tað var málsetningurin alla tíðina. Tær hava verið í “last call room” har svimjararnir standa undan kapping, og har hava tær bara tosað um málið og heppað hvørja aðra upp. Tí tær eru jú eisini troyttar. Jutta hevur verið í kapping í 400 metra frí, og Elspa er akkurát komin upp úr 200 metra rygg. Shaila, sum er liðskipari, hevur so sum uppgávu at fáa tær uppaftur. Sjálv hevði hon “bara” ein 50-metur í kroppinum, og hon legði so eisini linjuna sjálv við at fara undir minuttin í einum hyli, sum er eitt vet ov langur, so tað er flott, sigur Jón.
Ofta gerast tíðirnar enn betri, ert tú fyrst komin um ein slíkan marknastein. Kann tað eisini henda hesaferð?
Tað er sum ein rullisteinur, men hvussu nógv kann kvettast av, kann bara tíðin vísa. Shaila er við sínum 23 árum at rokna sum vaksin, men hinar tríggjar eru enn juniorar, so har er einki mark. Jú, sjálvandi er eitt mark, men tað er ikki hetta, sum vit skulu síggja. Vit skulu bara koyra víðari. Og Shaila er langt frá sínum potentiali. Bara seinasta hálva árið, har hon hevur vant í 25 metra hyli, hevur hon skorið trý sekund av sínum 100 metra frí, so eg vóni, at hon sær hetta sum eina avbjóðing og heldur áfram.
- Tí tað, at hon gevur Elspu Mørkøre harða kapping í dag, sigur eisini Elspu, at hon framvegis fær kapping í Føroyum á teimum stuttu teinunum. Á longru teinunum hevur Jutta jú longu tikið fleiri av metunum frá henni. Tíverri er tað eingin enn, sum kann bjóða henni í rygg, so har má hon eisini hava aðrar avbjóðingar.