Staðfest: Cornelius úti minst hálvt ár

Andreas Cornelius, sum í gjárkvøldið gjørdist álvarsliga skaddur, hevur í dag fingið staðfest skaðan

 

Tá FCK í gjár spældi á útivølli móti Silkeborg, gjørdist FCK áleyparin, Andreas Cornelius álvarsliga skaddur í fyrra hálvleiki.

 

Les eisini: Cornelius álvarsliga skaddur

 

Í dag er greitt, hvussu leingi Andreas Cornelius skal binda frið frá fótbólti.

 

Læknin hjá FCK, Morten Boesen, sigur við heimasíðuna hjá FCK.

 

-       Andreas Cornelius má í øllum førum taka ein steðg frá fótbólti í eitt hálvt ár. Hann hevur brotið fótin, og hevur fingið skaða í liðbondini.

 

-       Tá talan er um opið brot, so verður Cornelius innlagdur nakrar dagar afturat, og síðani skal hann bíða, til skaðin lekist, og síðani skal hann í gongd aftur við eina langa uppvenjing av skaðanum.

 

Brandur H. Olsen og sínir liðfelagar í FCK, mugu tí vera álopsprofilin fyri uttan, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Harafturat er greitt, at Andreas Cornelius ikki sleppur við Danmark, tá EM fyri U-21 landslið í summar verður spælt.