Stívliga 5.000 vitjandi á Havnina í morgun

Tá argjafólk hugdu út gjøgnum vindeyga í morgun, kundu tey freistast at trúgva, at eitt nýtt háhús var sett upp í nátt. Talan er um risastóra cruise-skipið Azura, sum liggur við molan í morgin.

Azura, sum bleiv bygd í 2008, er 290 metrar til longdar. Hon er ikki størsta skip, sum hevur vitjað í Føroyum, men í ferðafólkatalið er hon tað størsta. Heili 3.596 seingjarpláss eru umborð, umframt 1.200 starvsfólk. 

Tey stívliga 5.000 fólkini, sum komu við Azuru í morgun síggjast eisini tíðiliga aftur í býarmyndini í Havn og fara væntandi eisini at spreiða seg um restina av meginøkinum í dag, áðrenn skipið fer av Havnini aftur seinnapartin.

 

Azura, sum siglir fyri felagið P&O Cruises kom úr Reykjavík í morgun og fer seinnapartin víðari til Kirkwall.

 

Cruiseskip-tíðin er komin væl í gongd í Havn. Undan Azuru hava átta skip verið á Havnini síðani tað fyrsta, Spitsbergen, legði at 16. mai. Tá Viking Sea sum tað síðsta í ár fer av Havnini 20. septembur, hava 48 skip vitjað høvuðsstaðin í ár.