Støðufastur og álítandi

    

Seinasta valskeið hevur víst, at Miðflokkurin er ein støðufastur, álítandi og samstarvsfúsur flokkur, sum ikki gongur upp á kompromis við síni grundsjónarmið.
Vit, sum kenna Miðflokkin og tey fólk, sum manna henda flokk, eru ikki skøkk. Men tað munnu vera tey, sum undrast? Ella vistu tey hetta frammanundan, men royndu bert at spilla flokkin út? Undir øllum umstøðum vóru tað mong, sum lótu illa at og hildu illa standa til, tá tað frættist, at "Miðflokkurin" skuldi við í samgongu. Hvør skal siga, nú var illa statt, nú fór alt púrasta út at koyra. Tey fingu so ein "positivan" hvøkk. Tað tey høvdu pástaðið um Miðflokkin helt als ikki í veruliga lívinum. Og sjálvandi ikki.
Uttan aðra sammeting so kemur mær til hugs, tá Ronald Reagan var settur amerikanskur forseti. Tá vóru tað fleiri altjóða serfrøðingar sum í ramasta álvara vildu vera við, at nú stóð illa til í heiminum. Hasin maðurin var púra óútrokniligur, søgdu tey. Ja, ein fekk ta fatan, at tað fyrsta Reagan fór at gera, komin í "ovalað rúmið" var at trýsta á reyða knøttin og byrja triðja heimsbardaga. Tey fóru skeiv. Reagan vísti seg faktiskt at vera líka frægur forseti, sum flestu undanmenn hansara. Hetta var alt politisk propaganda, tá alt kom til stykkis, sum so mangan í søguni.
Hvat so við øllum "ræðusøgunum" um Miðflokkin? Út frá politisku mótstøðufólkunum far ein ta fatan, at Miðflokkurin gongur inn fyri reinum miðaldarligum ella gamlatestamentligum standi. Alt hetta er sjálvandi humbukk og møsn. Sum eg síggi tað, stendur Miðflokkurin ikki fyri nógv øðrum enn t.d. Jóannes Patursson sáli og mangir aðrir høgt virdir politikarar gjørdu í sínari tíð: Einum modernaðum, kristnum, frælsum og demokratiskum Føroyum. Í gomlu kristnu Føroyum var hetta hildin ein dygd. Í nútíðar - eg skal ikki siga heidnu - men nógv minni kristnu Føroyum, verður hetta hildin ein last. Og hetta er veruleikin!
Mótstøðufólkini siga, at vit ongar moralskar ella átrúnaðarligar reglur mega hava, tí fólk mugu kunna velja sjálvi. Trupulleikin er bara tann, at tey hava einki at seta í staðin. Úrslitið verður tí eitt samfelag við ongum føstum etiskum ella moralskum reglum og tað kann einki samfelag liva við í longdini. Hetta er tí reint ábyrgdarloysi og tað kann prógvast. Tað er roynt fyrr í søguni! Øll tey ríki og tær mentanir, sum hava slept øllum moralskum reglum eru fallin.
Vit hava andaliga, etiska og moralska sannleikan sum barlast. Vit gloyma ikki tey veiku og illa fyrikomnu í samfelagnum, men taka samstundis ikki fíggjarliga stuðulin undan teimum, sum klára at bjarga sær sjálvum. Hetta er miðpolitikkur.
Fyrst hevði Miðflokkurin ov lítlan politikk, søgdu tey. Nú sýnist hann at hava ov nógvan politikk? Tá vit tosa um at varðveita Føroyar sum eitt land, sum byggir á eitt modernað, kristið, frælst og demokratisk grundarlag hava tey bara eitt mótspæl. Eina verju, tey skríggja: "fundamentalisma!" Eg ivist stórliga í um tey vita hvat fundamentalisma er fyri nakað? Tað ljóðar bara passaliga ljótt og niðrandi - júst sum tá børn rópa ókvæmisorð hvør eftir øðrum. Vilt tú í dag verja tey veikastu í samfelagnum er lønin sostatt ókvæmisorð, og hetta frá teimum, sum siga seg vera so "human". - Skilji tað hvør ið skilja kann. "Humanisman" hjá hesum røkkur neyvan longur enn til tey sjálvi?
Um ikki annað kom burtur úr seinasta valskeiðið, so frøir tað meg, at vit í øllum førum fingu víst, at ákærurnar og speii mótvegis Miðflokkinum vóru buldur úr tómum tunnum.