Sunnunáttina, nakað yvir klokkan tvey, fekk løgreglan í Havn fráboðan um ein elevator í klubbanum, sum hevði sett seg fastan. Inni í elevatorinum vóru nakrir gestir, sum høvdu leitað sær oman í býin í illveðrinum leygarnáttina.
Sløkkiliðið varð boðsent at fáa fólkini úr elevatorinum aftur. Í okkurt um tjúgu minuttir stóðu gestirnir fastir inni í elevatorinum, áðrenn eitt starvsfólk í Klubbanum fekk latið hurðina upp og hjálpti gestunum út aftur. Hetta varð áðrenn sløkkiliðið kom á staðið, og vórðu teir tí sendir til hús aftur.
Sostatt fingu hesir gestirnir eina lílta løtu fyri seg sjálvar, áðrenn teir sluppu at halda fram við veitsluni hetta kvøldið.









