Amerikanska stjórnin er farin undir eitt átak, sum skal fáa hini limalondini í ST-trygdarráðnum at taka undir við seinasta Irak-uppskotinum, sum USA, Bretland og Spania løgdu fram mánadagin.
Í einari roynd at økja trýstið á tey ivandi londini, gera amerikanarar nú greitt, at tað er næstan líka mikið, hvat hini londini siga, tí nú slepst ikki undan kríggi kortini. Atkvøðugreiðslan í trygdarráðnum snýr seg ikki um kríggj ella frið, tí tann avgerðin er í veruleikanum longu tikin. Tey 15 limalondini skulu bert taka støðu til, um ST tekur undir við krígnum, siga eygleiðarar í New York.
Samstundis roynir amerikanska stjórnin at ávirka tey føstu limalondini, sum eru ímóti krígnum, og sum hava sýtingarrætt í ST-trygdarráðnum. Amerikanski sendiharrin í París, Howard Leach, segði fyrradagin, at amerikanarar fara at meta tað sum eina óvinagerð, nýtir Frakland sýtingarrættin ímóti tí seinasta uppskotinum. Eygleiðarar siga, at hetta er eitt óvanliga hvast orðalag frá einum amerikanskum sendiharra.
Trygdarráðgevin hjá Bush forseta, Condoleezza Rice, tekur eisini lut í átakinum ímóti teimum ivandi londunum. Í gjár segði hon, at eingin eigur at undirmeta viljan hjá amerikansku stjórnini í hesum máli. Hon legði afturat, at USA vil hava trygdarráðið at taka ta endaligu avgerðina beint eftir, at Hans Blix hevur latið trygdarráðnum ta næstu frágreiðingina. Tað verður tann 7. mars.