Stásiligt skúlaskip við háskúlanæmingum

Norska skúlaskipið Statsraad Lehmkuhl frá 1914 fer at liggja við bryggju í Havn komandi dagarnar

 

Fyri stuttum var eitt norskt skúlaskip og vitjaði í Føroyum, og nú er aftur eitt slíkt skip komið á vitjan.

Statsraad Lehmkuhl varð bygt í 1914 og hevur eina áhugaverda søgu. Stálbarkin við trimum mastrum varð upprunaliga bygt til tann týska handilsflotan, men onglendingar tóku skipið eftir fyrra kríggið. Í 1923 endaði tað í Noregi, har tað enn siglir sum skúlaskip.

Í 1997 varð skipið umbygt. Nógvar ábøtur skuldu gerast fyri at tað skuldi lúka altjóða trygdarkrøv. Skipið er ógvuliga stásiligt innan og kundi fyri tað verið kongaskip.

Skipið er 1.516 brutto registartons, og tey 22 seglini spenna 2.026 fermetrar. Skipið er 98 metrar langt, 12,6 metrar breitt og hæddin er 48 metrar.