ST-sáttmáli fyri handikappað fevna um Føroyar

Landsstýrið vil hava nýggja ST-handikappsáttmálan at fevna um Føroyar frá byrjan av. Sum eitt fyrsta stig hevur løgmaður sett nevnd til at fyrireika Føroyar til sáttmálan Lógir, sum gera at brekað eru fyri mismuni, skulu strikast, og nýggjar lógir, sum tryggja, at brekað ikki verða sett til síðis, skulu setast í gildi, skrivar Løgmannskrivstovan í tíðindaskrivi.

Ein nýsett nevnd skal finna fram til, hvussu Føroyar eiga at fyrihalda seg til ST-handikappsáttmálan, og hvat skal til fyri at seta hendan í gildi.

Sáttmálin snýr seg um rættindi teirra brekaðu til javnstøðu, atgongd í breiðum høpi, rættin til lívið, persónligt frælsi, møguleikan at taka lut í mentanarlívi, frítíð, ítrótti, rætt til heilsutænastur og so framvegis.

Arbeiðið at umseta sáttmálan til føroyskt er farið í gongd.

- Tað er umráðandi, at fólk sum bera brek, kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur í okkara samfelag. Og eg fegnist um, at vit um stutta tíð hava sáttmálan á okkara egna máli, soleiðis at øll fáa atgongd til innihaldið og vitan um viðurskifti teirra brekaðu, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í sambandi við at nevndin nú er sett.

Í nevndini sita: Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi, Barbara á Tjaldrafløtti, ráðgevi, Herálvur Joensen, sendimaður, Eyðbjørn Larsen, deildarstjóri, Hallbera F. West, fulltrúi, Leila Solmunde, forkvinna, og Heðin D. Poulsen, deildarleiðari.