Sum nevnt aðrastaðni á hesi síðu økist ferðafólkatalið alsamt. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár, ferðaðust tíggju prosent fleiri ferðafólk um flogvøllin í Vágum og tað er hægri enn miðalvøksturin hevur verið seinastu árini, tá hann hevur ligið ímillum fimm og sjey prosent.
Av Atlansflog siga tey, at tey hava ikki havt ta stóru økingina í ferðafólkatalið í ár. Flogfarið hjá føroyska felagnum flýgur sum oftast fullsett og tá er torført at taka fleiri ferðafólk.
Hinvegin staðfestir Uni Danielsen, stjóri á Flogfelagnum, at Maersk hevur havt ein rímuligan vøkstur í ár. Undirtøkan hevur verið góð og hann væntar, at hon fer at vera enn betri nú nýggju tilboðini fara at sláa ígjøgnum.
- Príslækkingin kom ikki í gildi fyrr enn seinast í apríl mánaða, og tí hevur tað ikki havt so stóra ávirkan á ferðafólkatalið enn, men tað er lítið at ivast í, at tað fer at síggjast aftur henda mánaðin, sigur Uni Danielsen.
Hann er fullvísur í, at lágu ferðaseðlaprísirnir, eru komnir fyri at vera, og at vit tí fara at síggja eitt tíðarskeið við enn fleiri ferðafólki.
- Lágu prísirnir eru komnir fyri at vera, eingin ivi um tað, og tað fara vit at síggja aftur á ferðafólkatalinum, tí nú fara nógv út at ferðast, sum annars ikki høvdu farið, sigur Uni Danielsen at enda.










